Tjóðsavnið ein nýggjur sjálvstøðugur stovnur

‘Tjóðsavnið' er navnið á nýggja stovninum, sum savnar, granskar og miðlar vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu...

Innsent
12. mars 2018 kl. 12:29
‘Tjóðsavnið' er navnið á nýggja stovninum, sum savnar, granskar og miðlar vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu.Í sambandi við at Søvn Landsins, sum fevndi um Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Náttúrugripasavnið og Fornminissavnið, er farið í søguna er Tjóðsavnið vorðin sjálvstøðugur stovnur við egnum navni, samleika og endamáli. Tjóðsavnið røkir nú uppgávurnar hjá gamla Náttúrugripasavninum og Fornminnissavninum. Nógvar verkætlanir eru í gongd og nýggjar ætlanir lagdar fyri framtíðina.“Vit hava millum annað ætlanir fyri Skansan og um at gera eina stóra grindaframsýning. Vit fáast við gransking í kópastovnunum í Føroyum og grevstur á Velbastað og Sandi”, sigur Herleif Hammer, ið er nýggjur stjóri á Tjóðsavninum.Sum nakað nýtt fer Tjóðsavnið at hava eina framsýning í miðbýnum í Havn, tá árliga serframsýning 2018 vitjar í Finsen á Mentanarnáttini 2018.      Almenn móttøkaÍ sambandi við at nýggi stovnurin ”Tjóðsavnið” er vorðin til, verður almenn móttøka á Tjóðsavninum hósdagin 15. mars kl. 10 í framsýningarhølunum í Brekkutúni 6 í Hoyvík.Á móttøkuni heldur landsstýriskvinnan í mentamálum røðu. Eisini verður greitt frá virkseminum og ætlanunum hjá Tjóðsavninum og frá nýggjari heimasíðu og grafiskum samleika. Eisini verða forkunnugir lutir, sum eru komnir undan kavi í grevstrinum á Velbastað, sýndir fram fyrstu ferð nakrantíð.(Myndatekstur: Gátuføri ringurin, ið var  funnin í útgrevstrinum niðri á Bakka á sumri 2016. Eingin slíkur ringur er funnin nakra aðrastaðni og granskarar meta, at hann stavar frá evropeiska meginlandinum, millum uml. 1050 og 1250. Ringurin er nú konserveraður, og verður nú sýndur fram fyri fyrstu ferð á Tjóðsavninum.)   Mynd: Mannatenn av Velbastað   Mynd: Múrurin, konserveringsarbeiði   Mynd: Brekkutún   Mynd: Felagsmynd