Tjóðlaðarin úr Fuglafirði

Tað kemur fyri at hann er ringur at lesa av, poker face rópar onkur tað, ja, at hann kennist líka gátuførur sum úlvaldurin ið Viderø møtti á Jorsalaferðini

Tórbjørn Jacobsen
22. mai 2024 kl. 23:31

Eftir fýra ár á skipsdekki og trý ár á skúlabeinki gingu vit í stívasta pussi inn á Føroya Sjómansskúla fyri seinastu ferð sum næmingar. Minniligur dagur. Helst høvdu fleiri okkara havt avbjóðingar á skúlaleiðini, fyri hetta, men í rætta elementinum settu vit øll segl fyri, og strævið man tað hava verið, táið bert 7 av 16 næmingum krupu sær upp um gáttina á evsta degi.

Hetta var hin 18. desember í 1981- fyri smáum 43 árum síðan. Teir sum skrivaðu undir próvskjalið vóru Jógvan á Dul, próvdómari, og Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, saman við innsigli Føroya løgmans.

”Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað”, orðini eru partur av bøn hjá Guðsmanninum Mósesi í Sálmunum. Onkursvegna tykist føðingardagsbarnið í dag at vera ein andsøgn til hesa bíbilsku proklamatiónina, tí tað kennist sum bítur tíð og aldur ikki á honum, nú hann er farin 10 ár um vanligan kempualdur.

”Komið tí og latum okkum stíga oman og fløkja tungumál teirra, so at teir ikki skilja málið, hvør hjá øðrum.» Hetta er gitna søgan um skilið og tornið í Bábel. Burturúr hesum vundu tjóðirnar síni onkarmál – móðurmál.

Ikki fyrrenn eg gjørdist abbi, skilti eg veruliga hvussu smáu ómælingarnir fáa ljóð fyri tí sum hugsað verður. Tað er umvegis læring, at málið festir røtur og grør í kvæmu heilunum. Tíma fyri tíma og dag fyri dag. Seinri taka dagstovnar og skúlar yvir á vaktini umframt málsligu menningina, sum fæst við at lesa og samskifta í ymsum høpum og á ymsum stigum.

Í 2001 gjørdust vit bæði Lisbeth L. Petersen umboð føroyinga á Danatingi. Um somu tíð komu systkinabørnini Søren Krarup og Jesper Langballe inn á ting. Fyri Danska Fólkaflokkin. Prestarnir báðir vóru hildnir at vera í meira lagi íhaldnir, men táið tað snúði seg um mál og mentan vóru teir  inkarneraðir tjóðskaparmenn.

Tosaði nógv við teir, og onkuntíð vóru vit á skeiði saman. Eftir at vera komin oman av tingsins røðarapalli tann eina dagin, ynsktu teir – sást tú annan sást tú hin - at fáa eitt prát um mína donsku málnýtslu. Royndi at greiða teimum frá, at danskt ikki var mítt móðurmál, tí var eg í veikara lagi, táið eg skuldi skriva og flyta fram eina røðu á donskum.

Tá mutaðu teir ímóti og hildu fyri, at eg var á rættari fornari leið, og spurdu hvaðan eg hevði lært hetta. Tá kundi eg bert svara, at tað serliga vóru donsku oddagreinarnar hjá Georg L. Samuelsen í Dimmalætting, sum høvdu ávirkað meg mest hesum viðvíkjandi.

Annars hoyrdi eg einaferð ein stranding siga frá Knúti Wang, eftir at onkur hevði spurt hann um hvussu tað gekst at fáa rakstur í Dagblaðið, at ongin stóð fuglfirðingunum á gomlu Dimmu kurl, sum hann tók til: ”Ongin megnar at renna kapp við hasar virknu og vælskipaðu arbeiðshestarnar í Erling Jalsgøtu.”

Teir eru gitnir í Føroyum, - sýslumanssynirnir úr Fuglafirði. Teir flestu vóru í starvi á Dimmalætting, meðan Stanley av sonnum hevur ríkað okkum um tjóðarinnar tónleikaarv, og Eilif gjørdist allahandamaður – serliga sum kennari og politikari.

Viðmerkingar frá næmingum hansara sum kennari bera boð um, at hann var tikin úr leikum sum slíkur. Progressivur og framsøkin. Ei undur í at bæði Pauli og Edmund høvdu boð eftir honum sum landsstýrismanni í m.a. undirvísingarmálum, sum tó bert var eitt av fleiri málsøkjum undir hansara ræði í tvey valskeið.

Hann var kanska ikki heimsins størsti politiski entertainari, teimum var kortini nóg mikið av, men høvdið og kolossalu arbeiðsevnini kundi ongin taka frá honum. Fyri honum var politikkur álvari.

Hann legði nógv eftir seg, m.a. eina nýggja fólkaskúlalóg. Onkursvegna ein grundlóg fyri skúla okkara. Ivist í um hann fekk nógmikið av kreditti fyri stríðið og úrslitini, men so at siga allar politiskar skipanir hava verið hildnar uppi av fólki, sum løgdu líka í um ljósvarpararnir ella fotolinsurnar stútt og støðugt stóðu á teimum.

Knúgvafeitt og snildir røkka langt, og tað mundi ikki koma óvart á nakran, at Eilif týddi Fúrstan hjá Niccolò Machiavelli, ið er sum ein politisk katekismus fyri øll tey, sum ætla sær at koma onkra leið á politiska hermótinum.

Vit minnast hann eisini sum ein stálsettan landsstýrismann í kommunumálum, táið hann sum ein annar stoiskur Hoffmeyer noktaði kommununum at læna meiri pening. Í flestu førum var onki frívirðisrúm at læna til, langt frá tí, og fleiri av borgarstjórum landsins vóru kortini um at fara úr sínum góða skinni av ”obsternasiga” ráðharranum. Fyri opnari mikrofon setti hann ísakaldur hælarnar í svørðin, og tað var honum líkamikið hvussu menn grótu og illa lótu.

Vit báðir Eilif møttust ikki á politiska pallinum. Vit møttust við grindina, hevði eg nær sagt, hann gavst og eg byrjaði. Í 1998. Kann vera at vit formliga vóru diametralir mótsetningar, í øllum førum umboðaðu vit í hvør sínum lagi uttastu veingirnar í politiska tjóðskaparstríðnum, men harfyri ber tað til at finna loysnir í stakmálum.

Tað gekst illa hjá Eilifi at fáa partar av fólkaskúlalógini ígjøgnum, serliga tann partin sum skuldi broyta gomlu skúlanevndirnar til skúlastýri. Fólkaflokkurin saboteraði, og tað var sum at seta undir klett hjá kenslumála-ráðharranum.

Tá eg sjálvur endaði í Mentamálaráðnum, avgjørdu vit at taka málið uppaftur. Samstarvsflokkur okkara, radikalt sjálvstýri, hevði ikki flutt seg ein tumma, og eftir at uppskotið var endað í tinginum, var eg um at koma í neyð av hesum málinum.

Dagin fyri sum málið kom á tingsins dagsskrá, fekk eg at vita, at Fólkaflokkurin enn einaferð ætlaði at forða málinum í at vera samtykt. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin tóku konsekvent ikki undir við nøkrum, sum fullveldislandsstýrið vartaði upp við, tí vóru góð ráð nú dýr.

Tað var liðið nakað væl út á kvøldið, tá tað stakst uppá meg, at gera eina seinastu roynd at fáa greiði á hesum. Sat inni á Gamla Apoteki, táið eg tók dik á meg og ringdi til Eilif. Kendi meg satt at siga sum ein mýrivong hesa løtuna, - sum ein skerdan spurv í tranadansi. Greiddi honum frá støðuni, og segði honum, at nú var hann einasti maður í hesum heimi, sum kundi bjarga mær burturúr hesi politisku kisuni. Beint fyri at samrøðan endaði lat úr honum: ”Eg skal royna tað sum eg kann gera.”

Eftir tað frætti eg onki aftur fyrrenn Finnbogi Ísakson setti málið undir atkvøðugreiðslu á tingfundinum dagin eftir. Nú var tað sum at lunnar brustu og jørðin skalv. Tá var skipanin soleiðis, at man reisti seg úr sæti fyri at atkvøða.

Eftir at formaðurin hevði spurt hvør ið var fyri uppskotinum, var Edmund Joensen, við øllum sínum kropsliga veldi, fyrstur at hevja seg úr sæti, og áðrenn nakar annar hevði tikið støðu, hevði øll tingmanningin hjá Sambandsflokkinum tikið undir við málinum.

Hetta var sum sólarmyrking fyri samstarvsmenn okkara í Fólkaflokkinum, ið vóru um at fara úr sínum góða skinni, men teir vistu sjálvandi onki um dulda leikin kvøldið fyri, og málið fekk undirtøku og vann frama. Bara Eilifi Samuelsen og okkara góða samstarvi fyri at takka. 

Hetta minnir meg á eina søgu úr Klaksvík, sum Jógvan Gerðalíð greiddi frá. Andrass Samuelsen og Jóannes Patursson vóru komnir norður til politiskan fund, sum var hildin í gomlu dansistovuni. Øsingin millum viðhaldsfólkini hjá teimum báðum var øgilig, har var rópt og happað, og eftir fundarlok gekk fjøldin oman í Akursmørk í somu øði. Illstøðan var tiltakandi, táið Andrass og Bóndin komu spákandi oman úr Dansistovuni kátir, smáskemtandi og í góðum lag.

Tað sum ikki hevði verið, varð tá, tí at fjøldin nú helt seg vara hildna fyri tað turra spott av tí, sum kundi tykjast teimum sum ein glantrileikur. Hetta er eisini ein partur av leikinum, táið pallurin er vorðin tómur aftur og mikrofonirnar og fotolinsurnar eru sløktar fyri dagin.

Nú eri eg ein av teimum hvørs fatan er, at mál og mentan, móðurmálið og tjóðarinnar mentan, standa omanfyri allan partapolitikk. Soleiðis eigur tað at vera, annars kemur kinkur í tað dýrabarasta vit eiga. Eisini í strembanina fram á leið á hesum mótum.

Sum ungur drongur arbeiddi eg nógv saman við einum eldri glyvramanni, sum var kønur í søguni hjá Hellas. Veit ikki um hann royndi at kultivera meg, helst, men tá hoyrdi eg á fyrsta sinni um Platon, Aristoteles, Sokrates, Homeros o.s.fr. Í fornaldarfrøði royndi Hans Jacob Debes at kálvføða okkum í ”almennum dannilsi”, táið hann leiddi okkum ígjøgnum stórverkið ”Ilionskvæði” í týðing Janusar Djurhuus, og tað var bygdarmaður Debesar, Sigurð Joensen, sum einaferð tók til, at Homeros var ein góður yrkjari, men Platon var í eini heilt aðrari sferu. Hesin seinri gjáarmaðurin var sjórættarkennari okkara á sjómansskúlanum.

Tey flestu eru mett av verkligum døgum, táið pensiónsaldurin tekur yvir, men tað hendi ikki einum hugdjarvum fuglfirðingi, sum sat úti undir væðingini á Kráarvegi í høvuðsborgini, og gjørdi eitt eksistentielt val um hvat ið hann skuldi nýta síni eldru ár til. Til sín sjálvan og fjølskylduna ella allari tjóðini at frama. Valið fall fyri tað mesta til tað seinra.

Ivaleyst var valið lætt. Hann hevði førleikan og royndirnar, og eg kann ætla at hann ynskti at uppstiga móðurmálið soleiðis, at stórir tankar hjá miklum heimspekingum – teir stóru klassikararnir - vóru fluttir yvir á okkara egnu tungu.

Hann tók yvir, har ið týðararnir Dahl, Viderø, Victor, Janus, Tórgarð, Heðin Brú o.a. sleptu, og hevur soleiðis manifesterað seg sum eina tjóðarogn. Málið, sum Jens Chr. Svabo helt vera farið fyri bakka, stendur enn í fagrasta blóma, og hesum kollektiva sigri eigur Eilif sín ríkiliga lut í.

Abbasonurin Høgni Reistrup krøkti meg í abbason Winston Churchills fyri lítlum ári síðan. Rupert Christopher Soames. Var ferðaleiðari hansara í nakrar dagar, og hann var serliga áhugaður í norrønu málunum, serstakliga málsligu slekt okkara í Hjaltlandi, á Mon, í pørtum av Írlandi, á Katanesi, Suðurlandi og í øðrum pørtum av Norðurskotlandi – mest fyri vestan, sum foyktust burtur í søguliga meldrinum, trokað burtur av øðrum og magnfylri málsligum vøddum.

Eftir at vit høvdu verð inni á gólvinum hjá Jonhardi Mikkelsen á Mikkatrøð í Vestmanna helt hann fyri: “Hetta er unikt – totalt unikt. Hvussu í allari víðu verð kann hetta bera til, at ein maður situr uppi í fjøllunum í Føroyum, og spýtir eina bók fyri og aðra eftir út á ein marknað, har ið tað bert eru hálvthundrað  túsund sálir sum skilja málið, umframt allar orðabøkurnar?”

Høvdu vit havt lagt leiðina framvið hjá Eilifi Samuelsen hevði tað helst ørað fyri Mr. Soames, tá hann sá ein níti ára gamlan ungling sita úti undir væðingini ovarlaga í Tórshavn og spýta stórar heimsbókmentir í føroyskari týðing út á ein evarska lítlan marknað. Takksemi fyri at vit eiga slíkar ósjálvsøknar idealistar er óavmarkað. 

Eilif gjørdist ikki ein av hellubúgvum Platons - tíansheldur tiltikni eiturkoppurin - sum var dottin niður á banjaran í súrhoyggja-brunninum og til endans var farin at halda, at bara tað sum sást í brunnagapinum var heimurin allur. Har endaði Eilif ongantíð, treyst víðskygni forðaði hesum.

Tað var Cicero gamli sum eisini segði, at hevur tú onga kós, tá fær tú heldur ikki undanbyr á nakrari ætt. Eilif hevur altíð havt eina kós - sum kennari, politikari og rithøvundur - og ferðin hevur verið væl størri enn hjá teimum flestu, og tað er hon framvegis.

Nú eru tvey ára gomlu abbabørn míni – tvíburðar – farin at siga tey fyrstu orðini á móðurmálinum, og tey eiga nú tað til góðar, seinri í lívinum, at lesa Platon, Aristoteles, Machiavelli, Thomas More, de Montaigne, Seneca o.a. í týðing eftir Eilif Samuelsen.

Onkur heldur kanska, at tað er eitt contradictio in adjecto, at føðingardagsbarnið júst í dag gevur Sverris søgu út, meðan hann hátíðarheldur dagin í Roykstovuni í Kirkjubø, men kanska er myndin meiri nuanserað enn sum so.

Tað kemur fyri at hann er ringur at lesa av, poker face rópar onkur tað, ja, at hann kennist líka gátuførur sum úlvaldurin ið Viderø møtti á Jorsalaferðini: ”Einsamallur úlvaldur stendur har og gánar undan veðrinum, sokkin í undirdjúpar hugsanir, heimurin er ikki til fyrir honum. – Hundrað nøvn sigist Allah at hava, níti níggju eru monnum kunn, einans úlvaldin veit hitt hundrasta. Ei undir í, at hann stendur dulin at sær með ovmetnaðarfullum yvirbragdi. Allah viti, hvat navn tað mun vera, og hvat tað merkir.”

Takk eigur Katrin fyri, at hon gav manninum frið til at fremja stórverkið okkum øllum og tjóðini til frama. Hjartaliga til lukku við 90 ára degnum. Mátti byrurin verið tykkum blíður, og takk fyri heiðurin eg fekk at røða fyri eini livandi legendu.

ES: Heitt var á ein fyrrverandi mentamálaráðharra um at røða fyri øðrum fyrrverandi ráðharra, sum í dag fór um 90 ára hvarvið.