Tann 16. februar verður fyrsta sýning av tragikomiska og viðkomandi sjónleikinum, 24 Miseydnaðir Føroyingar, ið føroyski sjónleikabólkurin, Teatur Grugg hevur týtt og umskrivað
Fríyrkis sjónleikabólkurin, Teatur Grugg, varð stovnaður í 2010 við tí fyri eyga at pallseta yrkissjónleik í Føroyum á ein nýskapandi hátt við høgum, listarligum støði, ið eisini røkkur einum breiðum áskoðaraskara.
Teatur Grugg, ið seinast var á palli við leikinum, Holubúgvin, hevur áður framført skemtiligt undirhald og satirukendar leikir við tilfari, sum limirnir í Teatur Grugg sjálvi hava skrivað og framleitt. Hesuferð fer Teatur Grugg á pall við leikinum 24 Miseydnaðir Føroyingar.
Leikurin, 24 misseydnaðir føroyingar, er ein umskriving hjá leikbólkinum, Grugg, av norska leikinum "24 mislykte nordmenn" eftir Jon Jesper Halle, ið er ein viðurkendur norskur rithøvundur. Fyri sjónleikir hansara, hevur hann millum annað fingið Ibsen-prísin í 1997 og Hedda-prísin í 2004.
Tað eru tær báðar systrarnar, Ria og Súsanna Tórgarð, ið vóru við til at stovna Teatur Grugg, sum eisini hava umskrivað og týtt henda leikin. Íslendski Guðjón Pedersen, sum áður hevur leikstjórna fyri Grugg, leikstjórnar somuleiðis henda leik, og Tjóðhild Patursson er samskipari.
- Leikurin er meira enn bara týddur, hann er tillagaður føroysk viðurskifti, sigur Tjóðhild Patursson í samrøðu við Dimmalætting.
24 lívssøgur
Leikurin er uppbygdur soleiðis at 24 ymisk fólk, bæði børn, ung, gomul, menn og kvinnur trína á pallin og greiða frá søgu teirra.
Teir 24 leiklutirnir verða spældir av triðmum sjónleikarum, systrunum, Riu og Súsonnu Tórgarð og Peturi Meinhard Ellebye Andersen, og afturat leikarunum á palllinum, verða trý filmsbrot víst við leikarunum, Áslu Olsen, Róa Helmsdal Clothier og Bjørk Búadóttir Tórgarð.
Leiklutirnir ímynda fólk, sum vanliga kanska ikki stíga bersøgin fram og siga sína søgu, tí hetta eru ikki stjørnur, sum hava vunnið ítróttar- ella tónleikakappingar.
Hetta kann vera onkur, ið ongantíð fekk sítt dreymastarv. Hon, ið ikki fekk mannin hon elskaði. Hann, ið varð so illa happaður í skúlanum, at øll gloymdu hann. Hon í heilsuverkinum, sum er langtíðarsjúkramledað. Hon, sum hevur ráð og loysnir uppá alt, uttan sítt egna lív – og fleiri onnur, sum hava tað til felags, at okkurt ikki gekk soleiðis, sum tey høvdu ætlað ella ynskt sær. Tey verða lýst við hita og skemti, og áskoðararnir kunnu vænta sær eina sterka og kensluborna sýning, sum samstundis er stuttlig og beinrakin.
Ein tragikomiskur leikur, ið flest fólk kenna seg aftur í
Um realistiska og heldur øðrvísi leikin, ið verður frumsýndur leygardagin 16. februar, sigur samskipari, Tjóðhild Patursson soleiðis:
- Eg veit ikki, um man kann kalla fólkini meira "miseydnaði", enn vit onnur eru. Hetta er ein tragikomiskur leikur, ið flest fólk kenna seg aftur í. Eg kenni meg aftur í summum leiklutum, og ljósmaðurin kennir seg kanska aftur í nøkrum øðrum og so víðari.
Eisini uppsetingin er øðvísi enn hon vanliga er, tá leikur verður førdur fram á palli. Áskoðararnir koma nevniliga at sita við borð runt í salinum, og fáa, uppundir leikin og í steðginum, høvi at keypa sær eina øl ella eitt glas av víni at njóta afturvið.
Fyrsta sýning verður leygardagin 16. februar kl 20.00 í Sjónleikarhúsinum í Havn.
#galleryItems { display: flex; clear: both; width: 100%; padding: 0 0 20px; margin: 0; flex-wrap: wrap; justify-content: left; } #galleryItems li { list-style: none; padding: 0; margin: 0; width: 100%; display: block; margin-top: 10px; } #galleryItems li a { display: block; } #galleryItems li a img { border: none; display: block; min-width: 100%; max-width: 100%; } @media screen and ( max-width: 600px ) { #galleryItems li, #galleryItems { width: 100%; justify-content: space-between; } } /*gallery-box*/ #gallery-box { position: fixed; top: 0; bottom: 0; right: 0; left: 0; background: rgba(255, 255, 255, .99); z-index: 200; display: none; } #gallery-box .contentBox { margin: 20px; width: calc(100% - 40px); height: calc(100% - 40px); display: flex; flex-wrap: wrap; } #gallery-box .contentBox .contentHolder { width: calc(100% - 300px); height: 100%; border-right: solid 1px #ebebeb; position: relative; justify-content: space-around; vertical-align: middle; text-align: center; box-sizing: border-box; display: inline-block; } #gallery-box .contentBox .contentHolder button { width: 40px; height: 100%; background: rgba(255, 255, 255, 1); position: absolute; z-index: 200; border: none; left: auto; right: 0; font-size: 30px; cursor: pointer; opacity: .3; transition: opacity .5s; } #gallery-box .contentBox .contentHolder button:hover { opacity: .8; } #gallery-box .contentBox .contentHolder img { max-width: 100%; width: auto; height: auto; max-height: 100%; position: absolute; z-index: 0; top: 50%; left: 50%; transform: translate3d(-50%, -50%, 0); box-sizing: border-box; } #gallery-box .contentBox .contentHolder button.prevBtn { left: 0; right: auto; } .facebook-holder { width: 290px; display: inline-block; box-sizing: border-box; position: relative; } .btnClose { position: absolute; top: 0; right: 0; border: solid 1px #fff; background: #fff; font-size: 30px; cursor: pointer; } .btnClose:hover { border: solid 1px #ebebeb; } @media all and ( max-width: 800px ) { #gallery-box .contentBox .contentHolder, .facebook-holder { width: 100%; position: static; } #gallery-box .contentBox .contentHolder { min-height: 20px; margin-top: 20px; position: relative; border: none; overflow: hidden; height: auto; } #gallery-box .contentBox { overflow-y: auto; } #gallery-box .contentBox .contentHolder #gallery-image-loaded { position: relative; max-height: 100%; width: 100%; } #gallery-box .contentBox .contentHolder button { top: 0; bottom: 0; height: auto; } #gallery-box .contentBox .contentHolder #gallery-image-loaded { position: relative; transform: translate3d(0, 0, 0); left: auto; top: auto; } #gallery-box .contentBox { display: block; } #facebook-comments-holder { margin-left: 0; } } #loading-image { animation: loadingAnimation 2s infinite linear; margin-top: -50px; margin-left: -50px; } @keyframes loadingAnimation { 0% { transform: rotate(0deg); } 100% { transform: rotate(360deg); } } #gallery-image-loaded, #loading-image { transition: opacity .1s; } #gallery-image-loaded, .loading #loading-image { opacity: 1; } .loading #gallery-image-loaded, #loading-image { opacity: 0; } #facebook-comments-holder { margin-left: 10px; } .gallery-caption { margin: 0; font-style: italic; } ❱ ❰ ✕ @media only screen { .fb-comments { width: 100% !important; } .fb-comments iframe[style] { width: 100% !important; } .fb-like-box { width: 100% !important; } .fb-like-box iframe[style] { width: 100% !important; } .fb-comments span { width: 100% !important; } .fb-comments iframe span[style] { width: 100% !important; } .fb-like-box span { width: 100% !important; } .fb-like-box iframe span[style] { width: 100% !important; } } var imageGallery = {images: [],localImages: null,rootElement: null,imagePageHref: '',boxId: 'gallery-box',index: 0,id: null,setMainElement: function (idBaseElement) {this.id = idBaseElement;this.localImages = document.querySelectorAll('#' + this.boxId + ' img');var self = this;rootElement = document.querySelector('#' + this.id);var imageGalleryData = document.querySelectorAll('#' + this.id + ' a');for (var i = 0; i < imageGalleryData.length; i++) {imageGalleryData[i].setAttribute('data-imageIndex', i);imageGalleryData[i].addEventListener("click", function (event) {event.preventDefault();self.openImagePreview(this.getAttribute('data-imageIndex'), this.rel, this.alt, this.href);}, false);this.images[i] = {imageIndex: i,'imageSrc': imageGalleryData[i].rel,'imageAlt': imageGalleryData[i].title,imageHref: imageGalleryData[i].href};}},openImagePreview: function (imgIndex, imageSrc, imageAlt, imageHref) {document.querySelector('#' + this.boxId).style.display = 'block';this.index = parseInt(imgIndex);if (this.index != null && imageSrc) {this.localImages[0].src = imageSrc;this.imagePageHref = imageHref;this.localImages[0].classList.add('loading');this.localImages[1].style.display = 'block';this.loadNewFacebook();} else {this.index = 0;this.localImages[0].src = '';document.querySelector('#' + this.boxId).style.display = 'none';}},loadNewFacebook: function () {var like = document.createElement('div');like.setAttribute('data-href', "https://portal.fo/roysni-" + 13079 +this.imagePageHref.replace('https://dimma.fo', '') + ".grein");like.setAttribute('data-send', 'true');like.setAttribute('data-width', '410');like.setAttribute('data-show-faces', 'true');like.setAttribute('data-font', 'arial');like.className = 'fb-like';like.id = 'imageLike';var comments = document.createElement('div');comments.setAttribute('data-href', "https://portal.fo/roysni-" + 13079 +this.imagePageHref.replace('https://dimma.fo', '') + ".grein");comments.setAttribute('data-colorscheme', 'light');comments.setAttribute('data-numposts', '5');comments.setAttribute('data-width', '100%');comments.className = 'fb-comments';comments.id = 'imageComment';var wrapFacebook = document.getElementById('imageId');console.log('imageId', wrapFacebook);wrapFacebook.innerHTML = '';wrapFacebook.appendChild(like);wrapFacebook.appendChild(comments);fbAsyncInit();},loadedImage: function () {document.querySelector('#' + this.boxId).classList.remove('loading');},next: function () {if (this.index + 1 >= this.images.length) {this.index = 0;this.openImage();return true;}this.index = this.index + 1;this.openImage();return true;},prev: function () {if (this.index - 1 < 0) {this.index = this.images.length - 1;this.openImage();return true;}this.index = this.index - 1;this.openImage();return true;},openImage() {this.openImagePreview(this.images[this.index].imageIndex, this.images[this.index].imageSrc, this.images[this.index].imageAlt, this.images[this.index].imageHref);}};imageGallery.setMainElement('galleryItems')