Evropeiski miðbankin hevur í dag boðað frá, at bankin fer at hækka sína rentu við 0,50 prosentstigum, og seinni í dag hevur danski tjóðbankin eisini boðað frá, at rentan hækkar við 0,50 prosentstigum upp í minus 0,1 prosent.
Tá Evropeiski miðbankin fyrr í dag hækkaði rentuna, varð væntað, at danski tjóðbankin fór eisini at hækka rentuna sum skjótast, tí danski tjóðbankin fylgir einum fastkurspolitikki, sum merkir, at danska krónan sum mest skal fylgja evruni.
DR skrivar, at endamálið við at hækka rentuna er at forða fyri ov ógvisligari inflatión, tí at nú verður dýrari at lána pening, og at tað fer at loysa seg betri at seta pening til síðis.
Hetta er fyrstu ferð síðan 2011, at Evropeski miðbankin hækkar rentuna.