Tjóðartingsbygningurin í Cape Town brennur

Suðurafrikanska tingið hevur fingið stóran skaða av einum elsbruna, sum byrjaði um seks-tíðina lokala tíð í morgun. Ein 51 ára gamal maður er avhoyrdur av løgregluni í sambandi við eldsbrunan

Sveinur Tróndarson
2. januar 2022 kl. 15:31

- Hetta er ein ræðulig og skakandi hending.

Tað segði suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, sambært BBC, eftir at hann hevði verið á staðnum og hugt eftir skaðanum, sum tjóðartingsbygningurin í Cape Town fyribils hevur fingið.

Fyribils, tí enn hava myndugleikarnir ikki fingið fult yvirlit yvir skaðarnar av eldsbrunanum, sum byrjaði tíðliga í morgun, suðurafrikanska tíð.

Tað var um seks-tíðina í morgun, at boð komu um, at eldur var í parlamentsbygninginum í Cape Town, og lítla løtu eftir stóð tjúkkur svartur roykur beint upp í loft.

Bretska tíðindastovan endurgevur forsetan fyri at siga, at sprinklaraanleggið, sum skuldi verja móti júst eldsbrunum sum hesum, eftir øllum at døma ikki virkaði sum tað skuldi, og høvdu sløkkiliðsfólkini ikki verið so skjót á staðnum sum tey vóru, so hevði skaðin verið óbótaligur.

Heilt hvussu stórur skaðin er, vita myndugleikarnir sum sagt ikki, men ein limur í trygdarnevndini hjá borgarstjóranum í Cape Town sigur sambært BBC, at partar av tekjuni í sjálvum tingsalinum eru burtur og at bygningurin eisini hevur fingið stóran skaða innan.

Eldurin byrjaði á triðju hædd og breiddi seg skjótt til tingsalin, har undirhúsið heldur til, sigur korrespondenturin hjá BBC í Suðurarika við bretsku rásina.

Sum skilst var eingin fólkaskaði og tað ber í løtuni heldur ikki til at siga nakað um, hví eldur kom í bygningin. Enn hevur sløkkiliðið ikki fingið fult tamarhald á eldinum, men tað verður arbeitt alla tíðina fyri at sløkkja seinastu neistarnar. Akkurát tað er ikki so lætt, tí talan er um ein bygning við timburgólvum og teppum ymsastaðni kring um.

Tjóðartingsbygningurin í Cape Town er í trimum pørtum, har tann elsti stavar frá 1884. Nýggjastu partarnir eru bygdir í 1920 og 1980. Tað er aðruferð uppá eitt ár, at tað er eldur í parlamentsbygninginum í Cape Town. Í mars í fjør var ein kortslutningur – eitt skammlop – orsøkin til at eldur kom í.

Myndugleikarnir fara nú at gjøgnumganga vakmyndatól fyri at vita, um ein orsøk til eldsbrunan kann staðfestast. Løgreglan hevur fyrrapartin avhoyrt ein 51 ára gamlan mann í samband við eldsbrunan, men hvat meira er hent við honum veit BBC einki at siga um.