Tjóðardagurin í Póllandi órógvaður av mótmælum

Umleið 60.000 nationalistar órógvaðu tjóðardagin í Póllandi í vikuskiftinum

Guðrun í Jákupsstovu
13. november 2017 kl. 15:02

Í vikuskiftinum var póllenski tjóðardagurin hildin. Men dagurin bleiv órógvaður av einari ovurstórari mótmælisgongu, har 60.000 høgranationalistar veittraðu við fløggum og faklum og róptu slagorð sum "Evropa skal vera hvítt", "Biðið fyri islamiskari týning", og "Katólsk Pólland, ikki sekulariserað".

Ein av høvuðsfyriskiparanum av mótmælisgonguni var felagsskapurin, National Radical Camp, ið hava skipað fyri fleiri øðrum mótmælisgongum har tey mótmæla rættindum hjá LGBT-fólkum, muslimskari tilflyting, ES-limaskapi og øllum øðrum ið stríðir ímóti pólskum katólskum virðum. 

Hóast tað er ein lutfalsliga lítil partur av pólska fólkinum ið stuðlar undir, ella luttekur í hesum mótmælisgongum, so verður mett, at sitandi stjórnin í Póllandi, eggjar undir slíka høgranationalismu. Sitandi stjórn hevur millum annað sett líkheitstekin millum tilflytarar og sjúku og kriminalitet. Hetta hevur skapt umstøður fyri veksandi útlendingahatri og ótollyndi.