Tað er eingin ivi, tá fólk tippa føroyskan fótbólt á Sona appini. Hetta umfarið, sum er nummar tvey av 27 í Betri deildini hjá monnum, hava 1640 fólk tippað. Heili 91 prosent tippaðu KÍ at vinna móti B36 í gjárkvøldið, og soleiðis bleiv eisini. Ikki færri enn 89 prosent væntaðu Víking at vinna á EB/Streymi í gjár, meðan bara sjey prosent væntaðu EB/Streym at vinna. Óansæð, so vann EB/Streymur dystin og fekk harvið nógv at tippa skeivt.
Hyggja vit at dystunum, sum verða spældir í dag, so tippa 84 prosent HB at vinna á NSÍ. Her skal kanska nevnast, at NSÍ er nógv darvað av skaðum.
Á Argjum kann tað gerast meira javnt, meta tippararnir. 27 prosent vænta AB at vinna á 07 Vestur, meðan 30 prosent vænta, at vágamenn fara við sigrinum. Heili 44 prosent hava tippað javnleik.
B68 tekur ímóti uppflytarunum av Skála, har 53 hava tippað toftamenn at vinna, meðan Skála fær 31 prosent. 16 prosent vænta javnleik.
KÍ og EB/Streymur hava greitt sína skyldu, og hvussu gongst hjá hinum, fáa vit at vita seinni í dag.