Tinna vann Malmø Indoor Challenge

Í vetur hevur Tinna runnið 60 metur teinin seks ferðir, og hava allar tíðirnar verið væl skjótari enn hennara persónliga met við ársbyrjan

Redaktiónin
10. mars 2023 kl. 09:50

Tinna Berg Jørgensen royndi seg sum einasti føroyingur í kappingini "Malmø Indoor Challenge". Tað var á 60 metrar teininum, har hon fyri trimum vikum síðan tók tað føroyska metið.

Tað vóru 13 kvinnur við, og tí var neyðugt við innleiðandi umfarið fyri at koma í finaluna. Starturin, sum Tinna hevur arbeitt við í seinastuni, eydnaðist væl, og var tað ein orsøk til at Tinna rann teinin upp á 8,07 sekund, sum var tann skjótasta av øllum, harvið tryggjaði hon sær eitt pláss í finaluni.

Finalan var góðan tíma seinni. Hesa ferð riggaði starturin ikki heilt líka væl, men Tinna var tó væl við og kempaði allan vegin, og á linjuni var hon 0,01 sekund frammanfyri nummar tvey. Tíðin gjørdist 8,10 sekund, sum er 0,11 sekund frá hennara persónliga metið.

Í vetur hevur Tinna runnið 60 metra teinin seks ferðir, og hava allar tíðirnar verið væl skjótari enn hennara persónliga met við ársbyrjan. At hon gjørdist fyrsta kvinna undir 8 sekund var uttan iva hæddarpunktið, og her hevur Regin Reinert, sum umsitur føroyska listan við metum, gjørt vart við, at Tinna eisini var fyrsta kvinna, sum rann 60 metrar skjótari enn 9 sekund. Tað var tá hon í Íslandi í 2012 rann teinin upp á 8,81 sekund.

Kelda: Hvirlan