Tinglimur spyr um arbeiðsføri í sambandi við vantandi koronukoppseting

Jenis av Rana hevur fingið fyrispurning eftir grein 52 í tingskipanini, um hvørt hann er førur fyri at røkja starvið sum uttanríkisráðharri, nú hann ikki er koppsettur fyri koronu.

Steinar Patursson
19. oktober 2021 kl. 16:30

Bjarni Kárason Petersen, tinglimur fyri Framsókn, vil nú hava Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum, at greiða frá, í hvønn mun vantandi koronukoppseting hansara hevur gjørt seg inn á førleikar hansara at røkja sítt starv sum uttanríkisráðharri.

Bjarni K. Petersen hevur sett Jenisi av Rana ein grein 52 spurning, har Jenis av Rana í fyrsta føri skal greiða frá, hvussu ofta hann er setstur aftur at ferðast í starvsørindum vegna vantandi koronukoppseting, og í øðrum føri skal Jenis av Rana greiða frá, um hann megnar at røkja arbeiði sítt sum landsstýrismaður, tá hann ikki er koppsettur fyri koronu.

Tað var í farnu viku, at Dimmalætting skrivaði, at Jenis av Rana ikki fór at taka lut í Arctic Circle ráðstevnuni í Reykjavík.

Ráðstevnan hevur til endamáls at seta sjóneykuna á arktiska økið, og upprunaliga skuldi Jenis av Rana á ráðstevnuna saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni.

Jenis av Rana varð kortini tikin av luttakaralistanum, men hann avsannaði, at avgerðin hevði nakað við vantandi koppseting at gera. Jenis av Rana greiddi frá, at orsøkin var, at deyði hevði verið í familjuni, og at hann tí helt ikki tað vera rætt, at hann fór av landinum í eina viku.

Sambært Jenisi av Rana var upprunaliga ætlanin, at hann skuldi sita í sóttarhaldi í Reykjavík, áðrenn hann fór á ráðstevnu.