Ongi úrslit

Tinglimir í samgonguni hava snarað trillrunt í hesum máli - meiri enn eina ferð

Tað verður heldur ikki nú, at kommunur sleppa at seta vakmyndatól upp í náttarlívinum - men kanska í heyst ella einaferð í vetur

Áki Bertholdsen
23. apríl kl. 09:01

Tað verður heldur ikki á hesum sinni, at kommunur fáa heimild at seta vakmyndatól upp á almennum plássum ymsastaðni í býnum.

Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Helga Abrahamsen, tingmanni fyri Sambandsflokkin um ar kommunur skulu fáa heimild at seta vakmyndatól upp.

Í fleiri ár hevur tað verið eitt afturvendandi mál á Føroya Løgtingi at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp á ávísum støðum í býnum.

Endamálið er fyrst og fremst at fyribyrgja brotsverkum, men endamáliå er eisini at uppklára harðskap, og onnur brotsverk, í náttarlívinum.

Skuldi gera tað - hóast hann er ímóti

Tað er eitt gamalt ynski, bæði hjá løgregluni og hjá kommununum, at vakmyndatól verða sett upp, tí tað kann vera ein góð hjálp í royndunum at uppklára brotsverk í náttarlívinum - og at fyribyrgja brotsverk.

Fyri akkurát tveimum árum síðani,løgdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, uppskot fyri Løgtingið um tað saman, men tá varð málið felt tí at limirnir hjá samgonguni í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, tóku ikki undir við tí.

Tá upplýsti landsstýrismaðurin á økinum, Bjarni Kárason Petersen, at hann, at fór at taka málið upp í landsstýrinum um at geva kommununum heimild at seta vakmyndatól upp upp.

Og samgongan helt, at hann skuldi fáa frið til at arbeiða við málinum.

Hinvegin hevur hann eisini gjørt greitt, at hann tekur ikki undir við einum slíkum máli, tí hann heldur, at tað er at ganga persónliga frælsinum ov nær at taka fólk upp ímeðan tey eru í býnum um næturnar.

Men landsstýrismaðurin segði samstundis at er tað løgtingsins vilji, at vit skulu fáa vakmyndatól í býnum, fer hann at taka tað til eftirtektar.

Somuleiðis hevur hann eisini sagt, at tað vóru nógv stórmál á skránni og tí verður málið um vakmyndatól at bíða til seinni.

Einki hent í tvey ár

Men eitt ár seinni, á vári í fjør, var framvegis einki hent og tí legði Helgi Abrahamsen málið fram av nýggjum.

Tá varð tað samtykt við stórum meiriluta, tí nú tóku umboðini hjá samgonguni í Rættarnevndini brádliga undir við málinum.

Men tað gekk aftur eitt ár, uttan at nakað hendi. Hinvegin vildi Helgi Abrahamsen ikki sleppa málinum, og sostatt varð legði hann uppskotið fram aftur nú í vár - fyri triðju ferð í trý ár.

Men nú hava umboðini hjá samgonguni í Rættarnevndini aftur skift meining, tí nú mæla tey Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Tey vísa á at Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann arbeiðir við málinum. Og nú halda tey aftur -akkurát sum tey gjørdu í 2023 - at hann skal fáa frið at arbeiða við málinum og at gera tað liðugt.

Men nú hevur landsstýrismaðurin upplýst, at arbeiðið er komið so mikið áleiðis, at hann væntar at leggja eitt uppskot um vakmyndatól fyri Løgtingið eftir ólavsøku.

Sostatt heldur samgongan framvegis, at landsstýrismaðurin skal fáa arbeiðsfrið til at gera uppskotið liðugt.

Eitt inntriv í persónliga frælsið

Tað hevur stóran týdning, at slík uppskot verða væl fyrireikað, og at allir partar, ið hava vitan á økinum, eru við í arbeiðinum, siga umboðini fyri samgonguna.

– Vakmyndatól eru eitt amboð til at uppklára harðskap og brotsverk í náttarlívinum, og tey kunnu eisini virka fyribyrgjandi fyri, siga tey í samgonguni.

Men tey staðfesta samstundis, at hetta er eisini eitt inntriv í persónliga frælsið, at vakmyndatól verða sett upp.

Tí má tað viðgerast gjølliga hvussu myndirnar frá vakmyndatólunum verða viðgjørdar.

Ein spurningar er, hvussu leingi myndirnar verða goymdar, hvør kann sleppa at síggja tær, og nær myndir frá vakmyndatólum kunnu almannakunngerast í samband við uppklárandi arbeiði hjá løgregluni. – Tað eigur somuleiðis at verða viðgjørt um tað skal vera løgreglan, ella kommunan, sum fær loyvi at seta vakmyndatólini upp.

Tey í samgonguni halda somuleiðis, at tað hevur stóran týdning at seta tiltøk í verk at fyribyrgja, at brotsverk verða framd.

– Tað skal vera trygt hjá fólki at ferðast í náttarlívinum, og hetta kann gerast við at hava fólk til staðar, sum kunnu vera við til at steðga ósemjum og harðskapi, ið kunnu stinga seg upp í náttarlívinum, siga umboðini fyri samgonguna.

– Talan kann vera um durðavørðar, løgreglufólk, náttarravnar, og annað, siga tey.

Sjálvandi skal tað gerast

Tinglimirnir í andstøðuni í Rættarnevndini, vísa á, at í roynd og veru eru stórur meiriluti í Løgtinginum fyri at seta vakmyndatól upp.

Tey vísa eisini á, at hóast landsstýrismaðurin nú hevur havt tvey ár at avgreiða málið, er framvegis einki hent.

– Summartíðin nærkast, har túsundtals ferðafólk koma til landið. Hesi kunnu gera ymisk brotsverk og so fara tey av landinum longu sama dag, siga tey.

– Sjálvandi skal løgreglan hava amboð, ið kunna finna gerningsfólkini aftur, og prógva hvør gjørdi hvat, leggja tey afturat.

Eisini kunnu vakmyndatól prógva, hvør ikki er sekur í brotsverkum, og harvið slepst undan, at sakleys fólk eru undir illgruna fyri nakað, sum tey ikki hava gjørt.

Tað eru eisini dømi um at leitað hevur verið eftir fólki og har tey hava sæð á vakmyndatólum á havnaløgum, at tann saknaði er ikki dottin á sjógv har.

Slíkir upplýsingarnar hava hjálpt væl í leitingini, siga tey í andstøðuni.

 

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05