Tina Mellem hevur í dag givið út nýtt staklag, ið kallast Ord.
Sjálv greiðir Tina soleiðis frá um lagið:
Sangurin “ORD”(ORÐ) handlar um, hvussu nógv orð kunnu ávirka bæði onnur menniskju, men eisini okkum sjálvi. Eg skrivaði sangin sum eina áminning til mín sjálvs, um at eg skuldi ansa eftir hvørjum eg lurtaði eftir, og hvat eg segði við onnur; tí har fer altíð at verða onkur, sum hevur eina meining um tey tingini man ger, men tað eru ikki allar meiningar sum gagna okkum. Á sama hátt er tað eisini umráðandi, at vit minnast til at hugsa um hvat vit siga við onnur, tí tað er heldur ikki altíð sikkurt at tín meining er til gagn fyri onnur. Eg byrjaði at skriva sangin, tá eg sum 16 ára gomul arbeiddi í einum Á handli í Havn. Eg var eitt sindur ósikkur tá, og lurtaði ov nógv eftir meiningunum hjá øðrum. Tá eg skrivaði sangin, var eg klárat sleppa ivanum og lurta meira eftir mær sjálvum. Sangurin bleiv skrivaður á eina kvittan, og tá ið eingir kundar vóru í handlinum, rann eg út á lagrið fyri at syngja sangin inn á mína telefon, so eg ikki gloymdi lagið. Tað, eg ikki visti tá, var at eg tvey ár seinni endaði við at standa á tí stóra X-Factor pallinum, har eg slapp at syngja sangin fyri øllum Danmark. Tað var so vilt!
Tað eru nú tvey ár síðani, at eg var við í X-Factor, og nú eri eg klár at deila nakað av tí tónleikinum, sum eg havi arbeitt upp á síðani tá.
Nýggja lagið, Ord, kann stroymast her