Tiltak: Ger títt egna páskaprýði

Bjóða várinum innum og ger títt egna páskaprýði á Listasavni Føroya. Frá klokkan 13-16 í tíðarskeiðnum 23. til 28. mars ber til at gera títt egna páskaregg á Listasavninum

Tíðindaskriv
26. mars 2021 kl. 08:37

Bjóða várinum innum og ger títt egna páskaprýði á Listasavni Føroya.

Páskirnar eru eitt gott høvi at vera kreativ/ur og pynta, og í ár kanst tú koma í páskahýr av at gera títt egna páskaprýði.

Børn og barnsligar sálir fara at hugna sær og klippa og tekna páskaharur og páskaregg.

Við borðini í kaféini eru formar, saksar, tussjir og fjaðrar í flottum litum.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis.