Tiltak við Óla Poulsen í Løkshøll

- Hetta verður eitt serstakt høvi at fáa innlit í, hvussu virðislønti runavíkingurin arbeiðir, tá hann ljóðblandar tónleik, siga fyriskipararnir

Fríðmundur Nattestad
25. mars 2024 kl. 13:45

Óli Poulsen hevur arbeitt við at skriva, framleiða og ljóðblanda tónleik síðani hann var tannáringur í Runavík. Navnframir artistar so sum Roxette, Palle Mikkelborg, Hanne Boel, Savage Rose, Sanne Salemonsen v.fl. hava notið gott av góðu evnunum hjá Óla, og nógvir føroyskir artistar hava somuleiðis lagt teirra ljóðbland í kønu hendurnar hjá honum.

Mikudagin 24. apríl fer verður Løkshøll karmur um "Master-class" við Óla. Hetta verður eitt eitt serstakt høvi at fáa innlit í, hvussu virðislønti runavíkingurin arbeiðir, tá hann ljóðblandar tónleik.

Við nøkrum ítøkiligum dømum fer Óli at vísa á og greiða frá, hvussu tilgongdin er, frá at hann fær upptøkurnar og inntil endaliga úrslitið fyriliggur.

Vit fara at síggja á stóra løriftinum, hvat fyri knøttar verða fluttir í leitanini at finna fram til ynsktu ljóðmyndina.

Tiltakið er óformelt og opið fyri øllum, ið hava áhuga í tónleiki og ljóði. Høvi verður at seta spurningar.

Kostnaður 100 kr. Kaffi og okkurt afturvið verður bjóðað í steðginum.

Atgongumerki kunnu keypast her.