Tiltak: Da Sjúka

Skateboarding, BMX, kurvabóltur og parkour eru ein sjónligur og lívsjattandi partur av býarmyndini uttanlanda. Og nú verður hetta eisini ein partur av býarmyndini í Føroyum

Tíðindaskriv
14. juni 2022 kl. 17:50

Ert tú ein teirra, sum ikki tímir fótbólt, kapprógving ella svimjing? Ella kanska tú hevur hug at royna okkurt nýtt ella bara forvitnast, jamen so hava vit góð tíðindi! 

Leygardagin 18. juni steingja vit Tórsgøtu og gera hana til eitt stórt spælipláss. Vit seta rampur upp til skateboarding, BMX og parkour. Umframt, at kurvabóltur verður á vøllinum við Margarinfabrikkini. Og tú ert hjartaliga vælkomin at royna allar ítrottargreinarnar á staðnum. Venjarar, íðkarar og útgerð verður á staðnum, so tú skal onki taka við uttan teg sjálvan. 

Vit hava gott fólk á staðnum, sum geva tær alla ta vegleiðing og hjálp, tú hevur tørv á. Somuleiðis hava vit fingið professionellar íðkarar til Føroyar, sum fara at vísa síni kynstur, leggja lag á og geva íblástur. 

Vit bjóða eisini ókeypis mat á staðnum, sum tveir garvaðir kokkar standa fyri. Segði tú graffitti? Jamen tað hava vit eisini hugsað um. Og somuleiðis verður tað eisini hip hop og punk tónleikur at hoyra allan dagin, so karmarnir verða perfektir fyri tiltakið.

Skráin og endabrakið
Vit byrja dagin kl. 14 og enda kl. 19. Dagurin verður væl kryddaður við smærri kappingum og íðkarum sum vísa síni kynstur. Umframt hetta fara útlendsku gestirnir eisini at geva eitt ordiligt show. Alt meðan tú sleppur at royna teg, njóta góðan tónleik og fáa ein góðan bita.

Klokkan 19:00 verður Tórsgøta ruddað og eyguni vend móti Perluni, har vit hava fingið trý av teimum absolutt heitastu tónleikanøvnunum at framføra. 200, RSP og Jurghinn. Tríggir bólkar, sum spæla hip hop, harðan rokk og punk. Tónleikur, sum í stóran mun mynda alternativan ítrott og street mentan.

Hevur tú hug til at uppliva positiva og innbjóðandi andan, sum alternativur ítrottur og street mentanin hevur at bjóða, so ert tú hjartaliga vælkomin. Og tak endiliga tíni vinfólk við.