Tiltak á Vaglinum í morgin fyri palestinum og ísraelum

Har verða bæði røður og tónleikur

Áki Bertholdsen
10. november 2023 kl. 16:30

Klokkan trý seinnapartin í morgin verður samhugatiltak á Vaglinum í Havn fyri palestinarum og ísraelum.

Tað er Amnesty í Føroyum, sum skipar fyri.

– Stríðið ímillum Ísrael og Hamas er harðnað sum ongantíð áður, og hevur havt vanlukkuligar avleiðingar fyri vanliga fólkið í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum, sigur Amnesty í tíðindaskrivi.

Endamálið við tiltakinum er at vísa samhuga við teimum, ið hava latið lív og teimum, sum eru fangaði vanlukkuliga stríðnum, leggja tey afturat.

Teirra áheitan á stríðandi partarnar er at verja vanliga fólkið.

Á tiltakinum verða bæði røður og tónleikur. Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, Steintóra Erhardsdóttir, prestur, og Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyum, halda røður. Bartal Augustinussen spælir nøkur løg.

 – Vanlukkuliga støðan má fáa ein enda! Kring allan heim heita fólk, felagsskapir og stovnar tí á stríðandi partarnar um at fáa vápnahvíld í lag, og tað ger Amnesty International eisini.

– Heimsins leiðarar mugu arbeiða fyri at fáa eina vápnahvíld ímillum stríðandi partarnar í lag alt fyri eitt, so fleiri ósek ikki verða dripin og so at neyðuga hjálpin sleppur inn í Gaza  - og so at umstøðurnar gerast betri at samráðast um at fáa gíslarnar latnar leysar aftur, sigur Amnesty.