Tað er eingin loyna at samferðslukervið í Føroyum í stóran mun er bygt til bilin. Hóast vegir okkara eru einbreytaðir og tvíbreytaðir, so er sjálvdan pláss sett av til ábæru ferðsluna. Ábær ferðsla fevnir um fólk til gongu, fólk við rørslu- ella øðrum tarni, fólk á súkklu ella á fólk á prutli.
Landsverk hevur lagt til rættis tvey temabløð, sum snúgva seg um "Ábæra ferðslu" og "Ferðafólkaferðslu". Samanumtikið snúgva bæði temabløðini seg um, hvussu vit í Føroyum kunnu skipa okkara flutningsmøguleikar burðardyggari við atliti til ábæra ferðslu, men eisini, hvussu vit kunnu brúka vaksandi ferðafólkatalið, til at skipa samferðsluna innanlands burðardyggari.
Tiltakið byrjar við, at Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur á Landsverki, heldur eina framløgu um innihaldið í nýggju temabløðunum hjá Landsverki um ábæra ferðslu og ferðafólkaferðslu.
Síðani verða tvey pallborðskjak, har innbodnir aktørar skifta orð, um hvussu vit kunnu eggja fleiri at súkkla og ganga, og hvussu ferðafólkaferðsla kann skipast skynsamari.
Endamálið við tiltakinum er at byrja eitt kjak, um hvussu vit skipa eina framtíð, har rúm er fyri fjølbroyttari flytiføri í Føroyum.
Tiltakið er ókeypis, og tú meldar teg til við at skriva eini boð til anda@lv.fo.
Øll eru vælkomin!