Tann fyrsta oktobur búðu 54.522 fólk í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Sostatt er fólkatalið vaksið 544 fólk, ella eitt prosent, síðani í oktobur í fjør.
Fólkavøksturin hevur verið stórur, men hesa seinastu tíðina er hann rættiliga avhæsaður, og tann gongdin stendur við.
Orsøkin til, at fólkavøksturin er avhæsaður, er, at nettoflytingin er minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið.
Hetta seinasta árið stavar fólkavøksturin frá tí, at 202 børn fleiri eru fødd enn tað eru fólk, sum eru deyð, og 352 fleiri fólk eru flutt til Føroya, enn tað eru flutt av landinum.
Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað eitt sindur meiri, enn burðaravlopið er vaksið. Tað hevur við sær, at fólkavøksturin seinasta árið var eitt vet minni enn í undanfarna tíðarskeiði.
Somuleiðis vísir gongdin, at hesar seinastu mánaðirnar er munurin ímillum tilflyting og fráflyting ikki stórvegis broyttur.
Samstundis vísir gongdin eisini, at munurin ímillum fødd og deyð er vaksin í seinastuni. Seinastu mánaðirnar er føðitalið spakuligani minkað. Deyðatalið er tó minkað enn meira, og sostatt veksur burðaravlopið.