Tá skjótaríið í Field’s fór fram fyrr í mánaðinum, fekk Høvuðsstaðs Tilbúgvingin (Hovedstadens Beredskab) í fyrsta umfarið at vita, at upp móti 200 persónar vóru særdir. Tað vísir frágreiðing, ið TV2 hevur fingið innlit í.
- Tað er sjálvandi ein fráboðan, ið vit verða noyddir at reagera harðliga uppá, sigur Tim Ole Simonsen, ið er atgerðarleiðari í Høvuðsstaðs Tilbúgvingini, til TV2.
Samanlagt mistu trý fólk lívið hetta kvøldið. Fýra onnur vóru illa særd, tó eru tey øll útskrivaði nú. Haraftrat vóru tríggir persónar merktir av strokskotum, meðan 20 fólk fingu skaðar, tá tey flýddu úr Field’s.
- 200 særd er út frá donskum viðurskiftum eitt ógvuliga høgt tal. Tað merkir, at vit senda nógva bjargingarorku til staðið og eisini tilkalla hjálp frá ríkis- og granna tilbúgvingini, sigur Tim Ole Simonsen.
Fráboðanin um, at 200 fólk vóru særd bar við sær, at 31 sjúkrabilar vóru sendir avstað. Eisini komu fleiri bráðfeingislæknabilar og aðrir bilar til sjúkraflutning.
Tim Ole Sørensen heldur ikki, at tað var skeivt at svara ógvusligu fráboðanini aftur á henda hátt, hóast fráboðanin ikki var vorðin váttað.
- Tá fráboða verður, at 200 eru skødd, so fer tað at vera svara aftur á henda hátt. Vit reagera sjálvandi heldur ov ógvuligt, enn neyðugt er, um tað snýr seg um mannalív, sigur hann til TV2. Sambært honum er støðan, ið man kemur til ofta ein onnur enn tann, sum var boðað frá.
Í frágreiðingini stendur eisini, at man óttaðist fyri, at brotsmaðurin ætlaði at leypa á Royal Arena, har áleið 17.000 fólk skuldu til konsert sama kvøldi. Tað var eisini ein av orsøkunum til, at man endaði við at tilkalla eyka verju.