Til stroks á ROKS

Matstovan ROKS er bíligari og kanska ikki heilt so hátíðarlig sum tann navnframa stórasystirin, KOKS. Men lítlasystrar eru sjáldan óáhugaverdar og tískil ber til at fáa stórar kulinariskar og listarligar upplivingar í ROKS

Kinna Poulsen
1. apríl 2022 kl. 14:31

Sonn landasorg var, tá boð komu um, at mæta matstovan KOKS – hon, sum tendraði tær glampandi Michelinstjørnurnar í Føroyum, skuldu flyta til Grønlands. Matstovan fer at halda til í Ilimanaq komandi tvey árini, men alt starvsfólkið á KOKS fer ikki við til Grønlands – nøkur eru eftir og manna tær báðar matstovurnar Ræst og ROKS í Gongini í Havn.

Talan er um eina formidabla manning, ið eitt nú fevnir um supersommelierin Karin Visth – tað er hon, sum stýrir okkum trygt og væl gjøgnum eina ómetaliga spennandi og fjølbroytta vínmenu frá herligari champagne gjøgnum løtt og aromatiskt vín yvir í tað meira monumentala.

Mantas Vaidelis eitur dugnaligi høvuðskokkurin á ROKS – hann hevur komponerað eina væl smakkandi og fríska matskrá við góðum rávørum, hugflogi og humor. Tann síðsti í gastronomisku tríeindini er tann blíði Lars Brønden Nicolajsen matstovuleiðari – tað er hann, sum syrgir fyri, at alt gongur sum tað skal og tað ger tað.

Rættir og servering eru ikki líka stramt koreograferað sum á KOKS, men eg ímyndi mær, at ikki minst føroyskir gestir fara at dáma júst hetta eyðkenni við ROKS – ikki ov nógv ”Ih og Åh” – altso einki roks - bara góður matur og drekka.

Fútastova
Fútastova hevur í øldir ligið í Gongini í Havn og er sostatt eitt søguligt stað. Sum skilst á heitinum, húsaðist fútin har einaferð fyri nøkrum hundrað árum síðani. Tá eg var smágenta í hálvfjersunum arbeiddi mamma mín í Fútastovu í handlinum hjá Carl á Lag. Men har hevur síðani verið alt møguligt; íslendsk sendistova, málingahandil, plátuhandil og so framvegis.

Tað er merkiligt, men eg havi longu áðrenn ROKS havt tvær stórar smakkupplivingar í hesum húsunum. Tann fyrsta var smakkurin av Tahiti, sum var eitt seigt mintbarr við sjokulátu – tað var pakkað inn í myrkagrønt pappír og í mínum fimm ára unga barnamunni smakkaði tað gudommiligt – genialt at kombinera hart tannkrem við sjokulátasmakk.

Í fýrsunum royndi eg mína fyrstu pizza í Fútastovu – tað var ein rættiliga trivalig calzone við tomatsós omaná – hon smakkaði ordiliga væl og har var smart, minnist eg, sera modernað innrættað í fýrsarastíli við marmorborðum.

Á ROKS er eisini modernað við samtíðarlist bæði uttan og innan. Tað er listamaðurin, Tóroddur Poulsen, ið hevur gjørt listaverk til matstovuna og sum harumframt hevur teknað búmerkið, prýtt vínkort, fyriklæði, mat, vínskrá og júneymit. Listaverkini kunnu upplivast á heimasíðuni, roks.fo, har sæst eisini matskrá og vín – sjálvt inni á vesinum ber til at njóta listina hjá Tóroddi Poulsen, tí eisini har svimja ymiskir pussfiskar á vegginum.

Yvirhøvur eru listamaðurin og matstovan eitt sjáldsama gott match, tað síggja vit á myndevnunum, men serliga á stílinum og dygdini. Eins og ROKS er Tóroddur eisini serføroyskur og altjóða í senn. Listamaðurin tykist hava tikið myndevnisliga støði í matskránni, tí har eru nógvir fiskar og sjógæti á myndunum, millum annað ein nokk so herligur høgguslokkur, sum hevur gløs við víni á øllum tentaklum.

Tostatrø
Vínmyndirnar eru avbrigdi av einum myndevni, sum vit síggja í myndunum hjá Tóroddi frá 2006 í einum steinprenti, sum kallast ”Tostatræ”. Her síggja vit fylt gløs av víni, ið mynda ávøksturin hjá eini áttaarmaðari pottaplantu. Myndin tykist surrealistisk og tað sama er galdandi fyri tær ymsu vínmyndirnar, sum hanga í ROKS, har tingini verða vend við og krabbar ella høgguslokkar eru tey vínfegnu.

Listasøguliga er vín ikki ókent myndevni til dømis í gomlum kyrrlutamyndum, har vakurt málaðar matvørur sum fruktir, fiskur, sitrónur, vín í vøkrum gløsum, breyð og annað gott verður málað ofta við eini áminning: Memento mori – minst til, at tú skalt doyggja og vit vita jú, at eingin treður dansin undir moldum.

Ein tílíkur boðskapur kann skiljast hedonistiskt ella moralskt alt eftir hvørja sannføring, vit hava ella hvørjum lagi, vit eru í. Tí um lívið er stutt, ja so mugu vit heldur njóta tess fruktir áðrenn vit krasja av, ha? Hinvegin kann boðskapurin eisini vera ein áminning til eftirlívið, at vit heldur enn at liva lívi ólátað í sús og dús, mega fyrireika okkum til evsta dag at møta skaparanum ella í øllum førum deyðanum.

Smakkur og át eru týdningarmiklir partar av listini hjá Tóroddi Poulsen og tað sama er galdandi fyri deyða og sodning. Í yrkingini Triðja dagin, sum er í savninum Steðgir frá 1996, er yrkjaraegið jarðað, men vaknar triðja dagin av, at maðkarnir tosa um hvussu líkið smakkar. Maðkarnir hava hug at vamlast og halda, at tað hevði verið betri um hann var stoktur ella kókaður. Hetta døkka skemtið er eyðkent fyri Tórodd, sum hvørki ræðist tað ótespiliga ella forgeingiliga í síni list.

Hann hevur gjørt fleiri nýggj avbrigdi við vínmyndevninum. Í eini framúr prentmynd, sum Tóroddur hevur gjørt í Steinprenti og sum hongur í matstovuni ROKS, sæst eitt svart hondavtrykk mitt á myndaflatanum. Á hvørjum fingri balanserar eitt væl skonkt glas av reyðvíni. Ovast sæst ein grínandi beinagrind undir reyðhúgvu – kanska er hon á veg í veitslu, á ólavsøku og møguliga fer hon út at eta fínt. Samansetingin av víni og deydningum er gomul listsøgulig hevd, men formurin er nýggjur og eyðkendur fyri listamannin, Tórodd Poulsen.

 

Til stroks
Uppi á loftinum í Fútastovu er tankin, at fólk skulu kunna sita, sum ikki hava bílagt sær borð, men sum bara vilja hava eitt gott glas av víni og onkrar brellbitar afturvið. Har hanga fleiri vatnlitamyndir hjá Tóroddi og her er huglagið eitt sindur meira festligt og vínbarrkent enn niðriundur.

Leygarkvøldið vóru vit stødd á loftinum og tað var bara gott, tí eg var partur av einum óvanliga góðum og kátum selskapi. Har sótu vit bara og lótu okkum ambæta, prátaðu og flentu, meðan himmalin skifti yvir í ljósareytt og tað tók at skýma uttanfyri. Vit fingu ta størru matskránna ”Vit fara til stroks við ROKS” (hon kostar 895, meðan tann minna, ”Ikki ROKSA” kostar 595).

Vit fingu lekrar brellbitar av ymsum slag, broyskna toskaskræðu, igulker og kræklingar við ljúvligari sitrón- og piparsós. Vínið, sum vit fingu at drekka afturvið, var sjáldsama gott parað við rættirnar og lyfti alt upp í eina hægri eind.

Vit fingu hummara í bloody mary sós – tað ljóðar kanska skrapt, men doyvir ikki góða hummarasmakkin – gevur honum bara eitt lítið gúpp, sum riggar merkiliga væl á ROKS.

Vit fingu stokta lodnu, sitrón og okkurt óskikkiliga himmalskt dipp afturvið. Síðan eitt lekkurt stykki av sjósíli í sitrónsós og eina kula servering við knallappilsingulari sílarogn í dós.

Ein av rættunum var Igulkerjaeggjakøka – tað má eg fara at bíleggja mær onkuntíð – bara tí tað er eitt nokk so stuttligt orð at siga, tað kundi verið eitt slag av edrúiligheitsroynd. Men hon smakkaði væl, eggjakøkan – alt smakkaði væl. Høvuðsrætturin var innbakað reyðsprøka við sjampanjusós og tá hon var etin, var eg steinmett.

Eri ikki øgilig desserttypa, men tað eydnaðist mær kortini at smakka tað søta, eina rugtertu við grillaðum blommum og vaniljuísi. Tertan var vøkur og leskilig og so mikið broyskin og torfør at skera og manerera, at hon mundi endað á gólvinum og í fanginum á fleiri av okkum. Tað fingu vit miklan stuttleika burturúr. Kaffi og lekkur sjokuláta frá Gómagott endaði seansuna og vit vóru serstakliga mett og væl sett, tá vit aftur trinu út í Gongina eitt vakurt leygarkvøld í Havn.

 

TRIÐJA DAGIN
tá eg vakni
hoyri eg maðkarnar tosa um:
hvussu eg smakki:
ein sigur at eg smakki púrasta meiningsleyst
annar sum vil spýggja sigur
at tað er einki høpi í samansetingini
at tað hevði verið betur
um eg var stoktur ella kanska kókaður
ein triði meinar
at hetta minnir mest um sjeynda ættarlið
frá eini útvatnaðari kvæðakempu
ein fjórði heldur hetta vera heldur herskið
at eg smakki sum um samfelagið 
fyrr hevur verið í mær
og tað er heldur ikki líkt til
at eg havi havt nakra virðing fyri tí
ein fimti hevur als ongan matarlyst
tí at tað smakkar sum um boðskapurin
er burturvilstur í brendum barndómi
og einum longsli eftir einum longri lívi
hetta síðsta rørir meg als ikki
men tá onkur sigur
at eg smakki næstan sum kvaldur kærleiki
gravi eg meg sjálvan upp
pilki maðkarnar úr mær
og geri ein nýggjan rætt

Tóroddur Poulsen – Steðgir 1996