Til síðst læt hann seg yvirtala at stilla upp aftur

Hann kundi hugsað sær at flutt kommununa enn longur inn í eina spennandi framtíð

Áki Bertholdsen
7. mai 2024 kl. 23:59

Tað er nú greitt,at Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, stillar upp aftur á kommunuvalinun, sum verðu 12. novembur.

Hann varð valdur í býráðið á valinum í 2012 og hesar báðar seinastu seturnar hevur hann verið borgarstjóri. Annars hevur hann verið løgtingsmaður og landsstýrismaður og tilsamans hevur hann nú verið 26 ár í politikki.

Tá ið Dimmalætting spurdi hann her fyri um hann ætlaði sær at stilla upp aftur, var hann rættiliga hulin og vildi einki siga. Hann segði, at hann hevði onga áheitan fingið um at stilla upp - men so mikið lættari varð avgerðin at taka, helt hann fyri

Hann sigur á Facebook í kvøld, at hann hevði ongantíð ætlað sær at verðið kommunupolitikari, men tað er so mangt sum broytist á mansins ævi.

Og hann ásannar eisini, at hann hevur trivist serstakliga væl í hesum leiklutinum, hóast at arbeiðsbyrðan er óvanliga stór, og hóast hann eisini hevur verið fyri órímiligum álopum, sum hann kallar tað. Men han heldur, at tað eigur hann at tola eftir so nógv ár í politikki, sum hann hevur verið.

Hann sigur, at hann hevur rættiliga ivast leingi og væl um um hann skuldi stilla upp aftur. Men í kvøld hevur listi A havt uppstillingarfund og har er listin til kommunuvalið gjørdur. Og eitt av nøvnunum á listanum er nettupp Tórbjørn Jacobsen.

Men tað skilst, at tað stóð eitt sindur á, áðrenn hann at enda læt seg yvirtala.

– Onkur helt, at nakað av megi var eftir í kroppi og heila, tí gjørdi eg til endans av, at taka av enn einari uppstilling, sigur hann.

Men hann sigur, at tað er ikki fyri hansara skyld. Tað er bara tí at hann framvegis kundi hugsað sær at flutt Runavíkar Kommunu væl longur fram á leið og at  halda bæði kós og ferð fram í eina spennandi framtíð.