Víkingsferðin hjá Naddoddi úr Føroyum til Noregs, sum skuldi verða ein fagnaðarferð í kjalarvørrinum á gomlu víkingunum, endaði sum ein sorgarsøga, tá í Naddoddur hólvdist í illveðri stutt úr landi í Noregi, og ein av manningini, 29 ára gamla Karla Dana, læt lív.
Fríggjadagin var minningarhald til minnis um hana við Naddoddaneystið á Tvøroyri og seinni var ein minnispláta við navni hennara lagt á minnisvarðan yvir sjólatin.
Sí meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/vit-fara-at-minnast-hana-leingi
Nú hevur skiparin á ferðini sett saman eitt stutt filmsbrot um seinastu ferðina hjá Karlu Dana við Naddoddi. Hann sigur, at hetta stutta filmsbrotið vísir nakrar serligar løtur á hennara seinasta ævintýraferð, og tað vísir eisini hennara fryntliga sinnalag og elduhugað fyri kanningarferðum, og fyri at varðveita gamlar mentanir. Hann sigur, at við hesum vilja tey heiðrað ein ótrúligan rannsóknarfarara, fornfrøðing og vinfólk.
Hennara ferð endaði kanska ov tíðliga, men arvurin eftir hana gevur okkum øllum íblástur, sigur hann. Ella sum tað varð sagt undir minningarhaldinum: Tað er ikki lívslongdin, sum definerar lívsverkið.
Filmsbrotið kann síggjast her: https://www.youtube.com/watch?v=DP0kS2TjKOQ