Tað vóru teir tríggir Gordon Eidesgaard, Finnbogi Arge og Herman Lindberg, sum stovnaðu Fleyr. Hetta var eftir loknan lestur í Danmark. Árið var 1977. Hesir tríggir høvdu spælt flogbólt undir lestrinum, og tóku ítróttina við sær til Føroyar og mentu hana frá at hava verið mest til stuttleika ella sum eyka venjing hjá eitt nú fótbóltsfeløgunum. Einki galið í tí, men við stiginum at stovna Fleyr, kom flogbólturin á eitt heilt annað stig og fekk heilt annað grundarlag.
Framfýsin og eldhugaður
Herman var framfýsin og eldhugaður. Hann vildi hava, at flogbólturin í Føroyum skuldi flyta seg frá at vera ein eyka ítróttagrein hjá øðrum til at standa á egnum beinum. Frá at FM varð avgreitt sum vikuskiftiskapping til veruliga landskapping. Og frá at tað vóru bara vaksin sum spældu til at menna ungdómsdeildir.
Herman legði saman við øðrum harðliga fyri í Fleyr alt fyri eitt, og skjótt vóru ungdómslið skipað, felagið ment í allar mátar, og flogbólturin fór rættiliga at taka seg fram í Føroyum. Og tá ið stutt tíð var liðin í Fleyr, skipaði Herman fyri uttanlands ferðum til eitt nú Íslands til at spæla dystir og fáa íblástur.
Onnur flogbóltsfeløg vóru við tíðini stovnað, og eingin var fegnari um tað enn júst Herman, sum altíð var klárur at veita eina hjálpandi hond, leggja lag á og veita íblástur. Herman rakk langt út um egna felag sítt Fleyr.
Menning og betraðar umstøður - Gundadalshøllin
So hvørt sum flogbólturin mentist, sá Herman, at umstøðurnar máttu betrast. Hann gekk tí eisini undan fyri Fleyr saman við Kyndli og Neistanum, tá ið Gundadalshøllin varð bygd fyrst í 80-unum.
Karmarnir í fimleikahallunum í Havn rukku ikki til ambitjónirnar. Ein flogbóltshøll mátti til, og saman við Hermanni vóru tað fleiri í Fleyr, ið borgaðu fíggjarliga fyri, at Gundadalshøllin var bygd.
Væl lá fyri, og Fleyr var einaferð vorðið so mikið stórt, at ungu og evnaríku leikararnir høvdu ilt við at vinna seg inn á besta liðið hjá felagnum. Tá fann Herman upp á ráð. Falkur var stovnað, so at Havnin hevði tvey feløg og øll sluppu upp í part.
Átók sær allar leiklutir
Herman hevur havt allar leiklutir í Fleyr og føroyskum flogbólti annars. Hann var stovnari, leikari, venjari, dómari og setti nýtt í gongd alla tíðina. Hann var her og har og alla staðni. Hann gekk upp í tað, ið hann fór undir við lív og sál, og á leikvølli og við vøllin sum venjari kundi blóðið meira enn so vera heitt, og viljin at vinna var ikki at fara skeivur av.
Men hóast sín eldhuga fyri Fleyr, gav Herman ríkiliga frá sær til onnur. Víðskygdur sum altíð, var hann ein av eldsálunum, tá ið Flogbóltssamband Føroya varð stovnað í 1980. Har var hann formaður fyrstu tíðina og tók á seg annars allar leiklutir, ið kravdust í Flogbóltssambandinum.
Vit í Fleyr hava so ómetaliga nógv at takka Hermanni fyri. Hann var undangongumaður, tá ið felagið var stovnað, og hann hevur í nógv Harrans ár drivið felagið og havt tíðandi leiklutir. Seinnu árini sum eldhugaður áskoðari og stuðul.
Tað kann ikki hámetast nokk, hvussu nógv Herman hevur havt at siga fyri Fleyr og føroyskan flogbólt. Síðsti bólturin er servaður. Seinasta móttøkan er løgd til hevaran, og seinasta smashið vunnið hjá tær her á fold Herman. Nú ert tú sloppin, og alt stríð er endað.
Vit takk tær fyri tíðina og tey megnar tøk, ið tú tók. Vit lýsa frið yvir minnið um Herman Lindberg.
Flogbóltsfelagið Fleyr