Í dag, 14. august 2022 andaðist listamaðurin Amariel Norðoy á Hvidovre Hospital – hesum boðaði dótturin, Kristianna frá umvegis Facebook. Amariel Norðoy varð føddur 9. oktober í 1945 í Klaksvík. Hann var útlærdur skipstimburmaður, men byrjaði á Kunstakademinum í Keypmannahavn 1977 og hevði har Sven Dalsgaard, Knud Nielsen og Robert Jacobsen sum professarar. Amariel Norðoy var liðugur í 1983 og var longu tá væl dámdur millum listáhugaðar danir og føroyingar. Hann var sera aktivur í mong ár og framsýndi mangan einsamallur og saman við øðrum - tað munu vera mong heim, sum hava Amarielmálningar hangandi. Hann er serliga kendur fyri sínar koloristisku landslagsmyndir, málningar og litografi, sum ofta avmynda hav við litsprongdum flykrandi myndaflatum, men Amariel arbeiddi eisini meira eksperimenterandi við eitt nú surrealistiskum readymades m.a. Hansara verk eru ogn hjá m.a. Listasavninum og fleiri bøkur og hefti eru útgivin um listamannin.
Tey seinnu mongu árini málaði hann javnan ein serligan bát, sum heilt ítøkiliga lívbjargaði honum og familjuni, tá hann var barn - heitið á hesum verkunum var tessvegna ofta Útróðrarbørn. Undirritaða var og vitjaði Amariel á atelierinum í 2011. Tað er altíð áhugavert at vitja listafólk í umhvørvinum, har tey skapa. Á vegginum í atelierinum hingu hópin av skitsum, postkortum og fotomyndum og herímillum ein lepi við onkrum, sum Bergur Jacobsen, prestur hevur skrivað um barnaárini í Klaksvík: "Vit vóru útróðrarbørn - havið og ríkidømið tess átti lívið í okkum. Uttan mun til um faðirin var útróðrarmaður ella ei, so búleikaðust vit kring víkina, tí vit høvdu hjallin á sjónum havið var lívið!... vit andaðu sjóvarfall, mánan og mysing, høgætt og lágætt, og blankur fiskur á brúnni og á vektini hjá Mikkjali Petur, var ein trygd fyri morgindegnum... Vit sungu sálmar lívsins, tí vit stúrdu, tá teir fóru... havið gevur og havið tók.. og vit gleddu okkum til at fara á støð... har var hugni og ein farri av veitslu, hvørja ferð teir fingu fong. Vit sungu lívsins sálmar, tí mammurnar vóru fegnar, tá teir komu aftur, tí einki var ein sjálvfyglja, tí sólin eisini skein, og góðveðursløtur avloystu ódn, tí ta eisini var stuttligt at vera barn, tí norðlýsið var so vakurt og kavin so hvítur... vit vóru útróðrarbørn. KG 334 var størri enn lívið, og tað er hann onkursvegna enn!".
Mikladalur 1997
Manslýsing 1993
Manslýsing 1997