Til ber at síggja "Skál" ókeypis á Filmstriben

Føroyski filmurin "Skál" er nú á Filmstriben.dk

Sigurjón Einarsson
20. september 2021 kl. 11:16

Hevur tú ikki sæð heimildarfilmin "Skál" enn? So hevur tú møguleikan nú.

Lánarar á Býarbókasavninum í Havn hava í eina tíð havt atgongd til danska grunnin Filmstriben.dk. Undir ávísum treytum ber til at lána filmar og síggja hesar heima á egnari teldu.

Úrvalið er stórt við bæði donskum og altjóða filmum. Ein tann nýggjasti filmurin á Filmstriben er tann føroyski "Skál", sum hevur fingið nógva og góða umtalu.

Tað er ókeypis at síggja filmar á Filmstriben.dk, men tað er ein treyt, at tú hevur eitt lánaranummar til dømis frá Býarbókasavninum.

Um tú ikki ert skrásettur lánari, so kanst tú skráseta teg.

Vegleiðing til Filmstriben liggur á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum her: Filmstriben | Býarbókasavnið (bbs.fo)

Filmfestivalurin CPH:DOX var í apríl mánaði í ár, og fyri fyrstu ferð nakrantíð var ein føroyskur heimildarfilmur um Føroyar úttikin til ein A-filmfestival, tá filmurin “Skál” var tikin við til filmfestivalin. "Skál" er leikstjórnaður av donsku Cecilie Debell (33) og debuterandi Mariu Tórgarð (23).

Filmurin snýr seg um at finna seg sjálvan, at royna mørk av og kensluna av sosialum eftirliti. Evni, ið flest øll ung kenna seg aftur í.

Filmurin lýsir kensluna av at vera fangaður ímillum tað, sum ein er uppvaksin við og tí verðini, ein møtir sum ungur, og skal menna sín samleika í.