Tiknir fyri at koyra fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum

Síðstu nátt, og í gjár, vórðu bilførarar tiknir

Áki Bertholdsen
27. august 2024 kl. 08:03

Tað er næstan gerandiskostur nú, at løgreglan tekur bilførarar, sum eru ávirkaðir av rúsevnum.

Og aftur hesar báðir síðstu dagarnir eru tveir bilførarar tiknir í Havn fyri at koyra ávirkaðir.

Ein bilførari varð tikin síðstu nátt og ein varð tikin í gjár. Løgleglan sigur, at í báðum førum gav mátitólið útslag, so blóðroynd er tikin av bilførarunum. Nú verður so bíðað eftir úrslitinum áðrenn støða verður tikin til, hvussu málini verða avgreidd.