Tikin fyri at stjala mat úr einum handli
Tjóvurin varð tikin á veg úr handlinum aftur
Áki Bertholdsen
23. mars 2024 kl. 09:19
Í gjár varnaðust tey í einum matvøruhandli í Havn, at eitt fólk var á veg avstað uttan at hava goldið fyri matvørurnar, viðkomandi hevði uppi á sær.
Løgreglan sigur, at tilburðurin varð meldaður og at tey komu á staðið og tóku tjóvin, áðrenn hann slapp avstað.
tjóvurin var eitt vaksið fólk og tað vísti seg, at hann hevði stolið mat fyri einar 700 krónur og tað er hann nú skuldsettur fyri.