Tikin fyri at smugla hassj

Maðurin er nú leyslatin aftur

Áki Bertholdsen
8. oktober 2024 kl. 08:01

Tá ið eitt flogfar kom úr Danmark í gjár, tóku tollararnar ein mann til viks, tí illgruni var um, at hann smuglaði rúsevni innvortis.

Hann varð koyrdur í røntguna og har varð staðfest, at tollararnir høvdu rætt í illgrunanum.

Løgreglan sigur, at tilsamans var talan um 90 gramm av hassji og tá ið hann hevði avreitt alt, varð hann leyslatin aftur.

Løgreglan sigur eisini, at málið verður nú viðgjørt og kemur fyri rættin í næstum.