Tikin fyri at koyra púra svakt inni í Havnini
Bilførarin misti koyrikortið á staðnum
Áki Bertholdsen
6. apríl 2024 kl. 09:35
Mitt i nátt var løgeglan á ferð ymsastaðni í Havn og kannaði ferðsluna. Í hesum sambandi løgdu tey serliga merki til ein bil, har bilførarin hevði ein øgiligan skund.
Hetta var á Marknagilsvegnum har tað er loyvt at koyra 50. Men tá ið ferðin á hesum ávísa bilinum varð máld, vísti tað seg, at hann koyrdi heilar 129 kilometrar um tíman.
Løgreglan sigur, at bilførarin var ein ungur maður, men har var rúsdrekka ikki uppií. Men hann misti koyrikortið á staðnum. So tað varð ein dýr søga, nú umframt at hann má taka koyrikortið umaftur, fær hann eisini eina bót upp á einar 8.000 krónur.