Fyrr í summar var fólkaatkvøða í Hvalbiar Kommunu um at leggja saman við Tvøroyrar kommunu. Í Hvalbiar Kommunu eru Hvalba og Sandvík, men úrslitið av fólkaatkvøðuni var, at meiriluti var ímóti at leggja saman.
Í Bygdaráðnum varð niðurstøðan, at úrslitið av fólkaatkvøðuni skuldi virðast.
Men samstundis gjørdi Janus Thomsen, borgarstjóri, greitt, at á kommunuvalinum í novembur, fer hann at gera ein lista og høvuðsmálið hjá tí listanum verður at leggja saman við Tvøroyri. Sostatt skulu bara valevni vera listanum sum taka undir við samanleggingini.
Hann segði, at tey, sum atkvøða fyri listanum, atkvøða samstundis fyri samanlegging, so fær listin meirilutan í bygdaráðnum, fara tey undir tilgongdina at leggja saman við Tvøroyri.
Og nú er listin liðugur og eitt av valevnunum á honum, Niels Olaf Eyvindsson, sigur, at listin er latin inn. Tað eru 10 fólk á listanum, sjey menn og tríggjar kvinnur.
Á listanum eru Janus Thomsen, borgarstjóri, umframt bygdaráðslimirnir, Martin í Nesi, Eir J. Norðberg og Niels Olaf Eyvindsson, sum eisini er hvalbingur, men sum býr í Sandvík.
Hini á listanum eru Heri Norðberg, Brynjar J. Poulsen, Jóhannes L. Rasmussen, Eyðvør Thomsen, Hans Cecil Poulsen og Rakul Mørk. Tey eru øll úr Hvalba og úr Nesi í Hvalba.