Frá nisjufyribrigdi til tvætl og spill av tíð hjá børnunum til milliardvinnu og prestisju. Telduspøl eru komin langt hesi seinastu hálvtrýss árini, og her eru tíggju av teimum spølunum, ið hava havt størst týdning
Tað var við spølum sum Pong og Spacewar, at spøl seint í 60-unum og 70-unum veruliga blivu væl umtókt. Borðtennispælið Pong er í dag so mikið primitivt, at tað er freistandi at flenna eftir tí. Men spælið, ið kom út í 1972, bleiv sera populert og merkir løtuna, tá ið spøl veruliga blivu partur av populermentanini. Líka mikið um man best dámar spælihallir, Nintendo, Playstation ella teldu, eru spøl ivaleyst við til at geva fólki bæði spenning og avslapping í gerandisdagin.
Spøl, ið verða væl umtókt, verða ofta margfaldað, og góðar ella serstakliga vánaligar piratútgávur eru at finna allastaðni á netinum. Filmar, sum oftast sera vánaligir, verða eisini gjørdir burtur úr teimum best umtóktu spølunum, og við e-ítrótti eru telduspøl í álvara blivið borðbær.
Út frá, hvussu nógv eintøk eitt spæl hevur selt, hvussu stóra ávirkan eitt spæl hevur havt á populermentanina, ella um eitt spæl hevur verið tað fyrsta av einum serligum slagi av telduspølum, eru hesi tey tíggju spølini, ið vit meta hava havt størst týdning fyri hesa gongdina. Vit hava hugsavnað okkum um spøl úr gulløldini hjá spølum.
1 Pac-Man
Í 1980 kom spælið, ið verður mett sum møguliga tað best umtókta og oftast spælda í heimssøguni: Pac-Man. Tann lítla guli figururin Pac-Man, ið skal savna stig í villiniborgini samstundis, sum hann roynir at flýggja undan skrímslum, bleiv eitt symbol, ið enn er sjónligt í filmum, sjónvarpsrøðum og øðrum spølum. Kanningar benda á, at Pac-Man er tað vørumerkið innan spøl, ið flest fólk kenna, og spælið skapti í stóran mun slagið av spølum, har villiniborgir eru karmarnir. Innan tíggju ár vann Pac-Man inn 2,5 milliardir dollarar, og er í dag partur av Smithsonian-framsýningini og listasavninum í New York.
2 Tetris
Tetris hevur tann nakað ivasama heiðurin av at møguliga vera tað mest vanaskapandi spælið nakrantíð. Spælið bleiv til í Sovjetsamveldinum í 1984, og var tað fyrsta spælið, ið bleiv flutt úr Sovjetsamveldinum til vesturheimin. Tað kom út til Commodore 64 og teldur, men tað var á Nintendo Game Boy, at Tetris veruliga bleiv eitt hitt. Spælið skal hava selt meira enn eina hálva milliard eintøk, og man kann bara gita, hvussu nógv ólóglig eintøk, ið verða spæld afturat kring heimin. Sálarfrøðin hevur enntá tikið navnið til sín í tí sonevndu tetris-ávirkanini. Sambært Wikipedia er hetta eitt úrslit av at hava spælt ov nógv: Úrslitið er ein diagnosa, har fólk kunnu koma til at varpa spælið inn í gerandisdagin. Tá tú ert í Keypssamtøkuni, kanst tú til dømis óvart koma til at royna at fáa vørurnar til at passa sum Tetris-brikkar í posanum, ella tú kanst blíva ein marra á parkeringsplássinum.
3 Super Mario Bros
Tann italski rørleggjarin Mario varð fyrstu ferð sæddur í spælinum Donkey Kong, eitt spæl, sum í sjálvum sær kundi komið við á hendan listan. Men fýra ár aftaná Donkey Kong, í 1985, fóru Mario og beiggi hansara, Luigi, fyrsta ferð út at bjarga prinsessuni frá skálkinum Bowser, ella King Koopa, ið hann eisini verður nevndur. Spælið bleiv sera væl móttikið, og hevur selt meira enn eina hálva milliard eintøk. Ein rúgva av nýggjum Super Mario-spølum eru komin síðani, og ikki minni enn trý koma bara í ár. Síðani 1985 hevur Mario fingið eitt ótal av nýggjum vápnum at stríðast við, millum annað ein dinosaur, gokart, og møguleikan til at læra at skjóta eldkúlur og at flúgva.
4 Street Fighter II
Ryu, Ken, Chun Li, Guile og Zhangief og hinir stríðsmenninir í Street Fighter-kappingini vóru hetjurnar hjá mongum ungum fólkum, ið vuksu upp seint í 80-unum og fyrst í 90-unum. Í hvussu er hjá teimum, ið ikki spældi kappingarneytan Mortal Combat, ella seinni Tekken. Street Fighter II var tó spælið, ið í álvara gjørdi bardagaspøl væl umtókt, og gav samstundis telduspælvinnuni eitt stórt skump rætta vegin eftir nøkur ár við minkandi inntøkum. Street Fighter 2, ið síðani hevur fingið fleiri framhaldsspøl, gjørdi samstundis fortreytirnar, ið bardagaspøl hava nýtt og ment víðari gjøgnum árini. Ein, aftur vánaligur, filmur er gjørdur, og bæði teknirøðir, kortspøl og tónleikur er gjørt av og um spælið.
5 Doom
Aahh, ketusagin. Tann stóri samskiftarin. Eg eri upp til knøini í teimum deyðu! Heil høvdingin! Doomguy, ella Doom-fýrurin, er ein elskaður figurur í telduspælssøguni, og hóast hann segði lítið í tí upprunaliga spælinum úr 1993, bleiv hann ein harður hundur við einum ótali av ”one-liners” gjøgnum tey mongu seinnu spølini, eina teknirøð og (sjálvandi vánaliga) filmin í 2005. Doom er eitt sonevnt ”first person shooter”, tað vil siga eitt spæl, har man sær gjøgnum eyguni hjá einum alvápnaðum manni, ella nakað sjáldnari, kvinnu. Doomguy noyddist at stríðast móti demonum, ið gera innrás á eina rúmdarstøð á Mars. Spøl av hesum slagnum hava helst verið tey, ið hava elvt til mest kjak um, hvørja ávirkan harðlig telduspøl hava á tey ungu.
6 Need for Speed
Bilar og telduspøl hoyra kanska meira natúrligt saman enn nakað annað, og tey fleira hundrað bilspølini, ið eru komið út gjøgnum árini, eru prógv um hetta. Men Need For Speed, hjá nógvum fjepparum kent sum NFS, var helst tað fyrsta bilspælið, ið hevði grafikkin, tónleikin og spælkensluna til veruliga at gera tað feitt at koyra skjótt á skíggjanum. Síðani tað fyrsta spælið, ið kom í 1994, er spølini í Need for Speed-røðini nógv broytt, og har spælið tey fyrstu árini savnaði seg um kappkoyringarbreyt og realismu, koyra NFS-spælararnir í dag fyrst og fremst á býargøtum. Samstundis hava teir fleiri møguleikar enn nakrantíð til at menna og byggja sínar egnu bilar.
7 Resident Evil
Resident Evil, sum kom út í 1996, var spælið, sum av álvara gjørdu ræðandi spøl vælumtókt. Í spælinum stýrir tú einum limi í servanda løgregluliðnum S.T.A.R.S., sum er fangaður í einum stórmanshúsi. Tey, ið hava spælt spælið, minnast helst enn fyrstu ferð, tú rennir teg á zombiearnar, sum flokkast í húsinum: Ein so mikið ræðandi løta hevði neyvan verið í nøkrum spølum áður. Capcom, fyritøkan, ið umframt Resident Evil eisini hevur gjørt Street Fighter og spøl sum Mega Man og Devil May Cry, hevði í 2014 eina inntøku upp á 26,8 mió. dollarar, og hevði tá 2.601 starvsfólk. Resident Evil hevur síðani fingið fleiri framhaldsspøl, og ein røð av filmum er gjørd.
8 Civilization
Í 1991 kom eitt av teimum mest umtóktum strategispølunum á marknaðin. Civilization, sum tey fimm eftirfylgjandi spølini í røðini, er eitt spæl, ið fylgir menniskjanum líka frá tí, at menniskjalig mentan verður skapt: Tú byggir tín fyrsta bý, og gjøgnum árini brúkar tú alt frá stríðsmonnum við gassum til bumbuflúgvarar, mentanarliga ávirkan ella diplomati til at víðka tíni landamørk. Mong mugu foreldrini vera gjøgnum árini, ið seint um kvøldið hava fingið sum aftursvar frá barninum, ið ikki vil sløkkja telduna: ”Bert ein tørn afturat!” Civilization-spølini sigst hava verið ein týdningarmikil ávirkan hjá nýhugsarum (og teldunørdum) sum Elon Musk, ið hevur tikið til sín og brúkt hugsanina í spælinum um menniskjaliga vitan sum eina gongd, ið byggir upp á seg og opnar nýggjar møguleikar, so sum at menniskjan skal seta seg niður á nýggjum klótum, ein máta, ið tey, ið spæla Civilization, kunnu vinna spælið.
9 Final Fantasy
Mett verður, at Final Fantasy var til at gera Playstation-stýristøðina til tann leiðaran á spælmarknaðinum, sum hon er í dag. Tað fyrsta Final Fantasy-spælið frá 1987 var eitt rolluspæl, ið setti nýggj mørk viðvíkjandi bæði spæltøkni, sjónligum upplivingum og tónleiki, og Final Fantasy-spølini eru síðani vorðin meira og meira fjølbroytt. Leiklutirnar í Final Fantasy-spølunum hava altíð verið týdningarmiklir, og søgurnar snúgva seg ofta líka nógv um teirra lív og lagnur, sum tær snúgva seg um at stríðast móti tí ónda. Tí verður eisini mett, at Final Fantasy kanska hevur verið tað spælið, ið fyrst og fremst hevur lagt leiðina fyri rolluspøl.
10 World of Warcraft
World of Warcraft (WoW) kom út í 2004, og spælið, ið bert kann spælast á internetinum, hevur enn milliónir av spælarum. Í 2010 var spælið upp á tí hægsta við 12 milliónum spælarum, men talið lækkaði til 5,5 milliónir í 2015 vegna tað, ið nógvar spælarar meta vera lækkandi góðska. WoW er eitt ”massively multiplayer online roleplaying game” (puha), har spælararnir saman stríðast móti sterkum fíggindum ella hvørjumøðrum. Steve Bannon, sum til fyri stuttum var umstríddi ráðgevin hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, skal hava fingið sína politiska veking, tá ið hann arbeiddi í einari fyritøku, ið ”farmaði” gull til WoW-spælarar. Her uppdagaði hann ein heim av milliónum av ungum illum, men dugnaligum monnum við inntøku og orku. Menn, ið vóru illir inn á heimin og tí politisku skipanina.
Keldur:
Wikipedia
Amexessentials.com
Youtube.com
Nymag.com