Talið av fólki í Stórabretlandi, sum nú hava fingið triðja prikið móti koronu, er nú farið uppum tíggju milliónir.
Tað upplýsa bretsku heilsumyndugleikarnir, sambært bretskum miðlum, skrivar NTB.
Forsætisráðharrin, Boris Johnson, kallar tað ein varði á vegnum, men eggjar samstundis fleiri til at fáa sær eitt sonevnt “boost”-prik, sum triðja prikið eisini verður nevnt. Heilsumálaráðharrin, Sajid Javid, sigur við BBC, at tað er týdningarmikið, at fólk fáa sær triðja prikið, so undan slepst avmarkingum um jólini.
Síðani september hava allir bretar yvir 50 ár, umframt fólk við veikari heilsu og fólk við kroniskari sjúku, sum hava fingið í boði triðja prikið, ið verður givið seks mánaðir eftir at tey fingu annað prikið.