Tíggju bilførarar - og ein prutlførari - tikin í gjár

Teir vórðu tiknir fyri fimm ymisk lógarbrot

Áki Bertholdsen
23. august 2024 kl. 07:58

Fyrrapartin í gjár varð løgreglan ymsastaðni í Eysturoynni og gjørdi ferðmátingar. Og úrslitið av tí varð, at níggju fólk fingu bót fyri ymisk lógarbrot.

Fimm bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Ein fekk bót og fýra bilførarar fingu eisini klipp í koyrikortið.

Løgreglan tók eisini eitt prutl við tveimum fólkum á og tað gevur eisini bót. Annars fingu tveir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu - og so var tað ein bilførari, sum fekk bót tí hann hevðu ikki fest sær trygdarbelti.

Og i nátt varð ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Løgreglan sigur, at blóðroynd varð tikin av honum og úrslitið av honum verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.