Vónandi verður tað næsta ár, at vegurin til Hellurnar verður asfalteraður. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, nær ætlanin er at asfaltera vegin á Hellunum,
Hann minnir á, at í januar 2014 varð avtala gjørd ímillum Landsverk og Fuglafjarðar kommunu um, at kommunan skuldi yvirtaka ein part av landsvegnum á Hellunum.
Talan er um tann partin av vegnum, sum er inni í bygdini. Ein partur av avtaluni var, at kommunan skuldi yvirtaka vegin, tá Landsverk hevði asfalterað hann.
Men nú 10 ár seinni, er hann enn ikki asfalteraður og av somu orsøk er hann heldur ikki yvirtikin. – Vegurin er í ringum standi, og hann er eisini somikið smalur, at nógvir bussar, og aðrir stórir bilar, fara ikki í bygdina, tí teir fáa ikki vent nakrastaðni.
Dennis Holm sigur, at vegurin verður ikki gjørdur í ár. Men hann ásannar, at avtalur skulu haldast og tí vónar hann, at arbeiðið kann gerast næsta ár.
Hinvegin leggur hann afturat, at ætlanin er ikki at breiðka hann, men skal tað gerast, má Løgtingið játta pening til endamálið.
Kortini ásannar hann, at játtanin hjá Landsverki til at asfaltera og umvæla vegir, er alt ov lág og at samgongan hevur sett sær fyri at seta meiri av til endamálið.
Hinvegin heldur hann, at hetta er ein spurningur, alt Løgtingið má taka ábyrgd av, so at meiri peningur kann verða settur á fíggjarlógina til endamálið.