Tíggju ár síðani yvirgangin á Utøya og í Oslo – minningarhald kring alt Norra í dag

Fyri tíggju árum síðani vórðu 77 fólk dripin í Oslo og Utøya. Minningarhald eru kring alt Norra í dag

Sigurjón Einarsson
22. juli 2021 kl. 09:35

Fleiri minningarhald vera í Norra í dag í samband við tey, ið lótu lív í yvirgangsálopunum í Oslo og á Utøya fyri tíggju árum síðani.

Almenna skráin fyri dagin byrjaði klokkan níggju lokala tíð við stjórnarbygningin í Oslo, har sangur, yrkingar verða lisnar upp, tónleikur, nøvnini verða lisin upp, forsætisráðharrakvinnan, Erna Solberg, heldur talu og bæði kongshúsið, Stortingið og stjórnin eru til staðar.

Klokkan 15 norska tíð verður eitt minningarhald á Utøya.

Kommunan í Oslo hevur bjóðað tey avvarðandi til eitt minningarhald í ráðhúsinum klokkan 17.

Klokkan 19 norska tíð fara ráðhúsklokkurnar at sláa 77 sløg – til minnis fyri tey 77, ið lótu lív fyri tíggju árum síðani.