"Hetta fer út til alt Føroyar, 18 oyggjar, vit liva og doyggja har, so minst til!
Hetta fer út til alt Føroyar! Gev mær meira grind, fokk um tað er synd!"
Ja, hvør kennir ikki tekstin til sangin “Frá Bygd til Bý”, sum bólkurin Swangah Dangah, nú bara Swangah gav út fyri tíggju árum síðani?
Tann 20. november í ár verður Sjónleikarhúsið í Havn karmur um størstu og mest framsøknu rapp-konsertina, sum hevur verið í Føroyum. Portrini latast upp til eitt kvøld fult við nostalgi, har Swangah framføra øll løgini av fyrstu útgávuni “Belials Synir”, skrivar bólkurin í einum tíðindaskriv.
Belials Synir tíggju ár
“Belials Synir” kom á føroyska marknaðin í 2011, eftir at Swangah setti hol á fyrstu rapp-verkætlanina av sínum slag í føroyskari søgu. Greitt var beinavegin, at einki líknandi nakrantíð var sæð ella hoyrt í Føroyum og eftir bert fáar vikur, hevði Swangah sett síni spor í føroyska landslagið. Størsti partur av føroyingum dugdu tekstirnar, og eisini var Swangah ovast á plakatunum, tá konsertir og festivalar kring landið kunngjørdu tónleikanøvn.
Í 2018 vóru Swangah virðisløntir á FMA, har teir fingu viðurkenning fyri mongu árini av tónleikaligum útláti, íkasti og sermerki til tað, ið einskilda er kent sum føroyskt hiphop.
Swangah er vorðin ein grundsteinur í føroyskum hiphop og rapp, og við tíggju ár á baki, síðani fyrstu útgávuna, skal hetta hátíðarhaldast saman við Føroya fólki, skrivar bólkurin í tíðindaskrivinum.
Veruliga gjøgnumbrotið kom á G! Festivalinum í 2011, tá bólkurin fekk stóru fjøldina í Gøtu at kóka. Eftir konsertina skýrdi tónleikaummælari konsertina at vera millum tær bestu á G!
Afturat Swangah fara Marius DC, RSP og Ghostnotes eisini at framføra.
Atgongumerkini verða sett til sølu klokkan 12 í dag á atgongumerki.fo.