Matilde Kimer, ið starvast sum korrespondentur hjá Danmarks Radio í Russlandi, er víst úr Russlandi komandi tíggju árini.
Mánamorgun lendi hon á flogvøllinum Vnkovo í Moskva, har alt tóktist sum vant. Hon var sloppin framvið passeftirlitið og hevði heinta sítt viðføri, tá eitt starvsfólk á flogvøllinum kom rennandi aftaná henni og bað hana koma við sær.
Hon bleiv leidd til eitt kontór, har hon fekk eitt skjal við upplýsingum um, at hon av "trygdar- og verjuávum" ikki sleppur inn í landið aftur fyrr enn í 2032, og tískil má sendast av landinum umgangandi.
Hon var síðani koyrd inn í eitt bíðrúm, har hon bíðaði í fimm tímar, áðrenn hon var send av landinum.
Sostatt er Matilde Kimer vorðin tann næsta í longu røðini av útlendskum journalistum í Russlandi, sum landið hevur tveitt út, síðani russiska innrásin í Ukraina byrjaði tann 24. februar í ár. Sambært Danmarks Radio eru 41 útlendskir journalistar og miðlafólk, sum hava arbeitt fyri eitt nú BBC, The Guardian, Daily Telegraph og Sky News, tveitt úr Russlandi.
Matilde Kimer spurdi starvsfólkini á flogvøllinum um, hvør orsøkin var, men tað vistu tey ikki at svara henni, tí tey høvdu ikki tikið avgerðina. Hon heldur, at tað er tann russiska trygdartænastan, FSB, ið hevur tikið avgerðina.
Danski korrespondenturin heldur at orsøkin kann vera, at Danmark verður stemplað sum eitt "óvinarligt land” í Russlandi.
- Tað kann eisini vera, tí eg altíð havið kallað kríggið fyri kríggj, og tað er ólógligt í Russlandi. Ella tí eg havi ferðast nógv í Ukraina og í russiskum øki nærindis ukrainska markinum, sigur Matilde Kimer við Danmarks Radio.
Stjórin í uttanlandsredaktónini hjá Danmarks Radio, Niels Kvale, sigur, at tá Matilde Kimer er óynskt í Russlandi, so er alt Danmark Radio óynskt í Russlandi. Hann sigur, at Danmarks Radio hevur biðið um eina frágreiðing frá Russlandi, tí hana havi tey ikki fingið.