Tíðindafundur: Vit hava eina sterka hevndarkenslu

- Vit hava eina sterka hevndarkenslu. Tølini hjá okkum frá fyrra dystinum eru góð, men einstakar støður broyta møguliga dystin. Vit meta, at vit hava ein góðan kjans, sigur Håkan Ericson á tíðindafundi á Stade De Luxembourg í Luksemborg

Mynd: Kristian Waag Dam
Kristian Waag Dam
13. juni 2022 kl. 12:30

Nú tað stundar til dystin hjá føroyska landsliðnum ímóti Luksemborg, er tíðindafundur á Stade De Luxembourg. Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og føroyski málmaðurin, Gunnar Nielsen, eru hjástaddir til tíðindafundin.

- Vit síggja fram til dystin ímóti Luksemborg. Tað er eitt sterkt lið, ið dámar væl at halda uppá bóltin, sigur føroyski landsliðsvenjarin um mótstøðuliðið.

- Vit hava eina sterka hevndarkenslu. Tølini hjá okkum frá fyrra dystinum eru góð, men einstakar støður broyta møguliga dystin. Vit meta, at vit hava ein góðan kjans, leggur Håkan Ericson afturat.

Svenski Håkan Ericson greiðir frá, at allir leikarar eru tøkir, men at tað kunnu síggjast broytingar á liðnum til dystin í morgin. Landsliðvenjarin leggur eisini dent á, at summar broytingar hava verið í teimum undanfarnu dystinum.

Veteranurin í føroyska málinum, Gunnar Nielsen, sum higartil hevur vart málið allar undanfarnu dystirnar í Nations League-kappinigni, tóktist spentur uppá dystin, ið liggur fyri framman.

- Vónandi hava vit lært okkurt frá seinasta dysti. Hetta er ein góður møguleiki og vit síggja fram til dystin í morgin, sigur Gunnar Nielsen.

- Vit hava brúk fyri sláa aftur, leggur hann aftrat í einum øðrum samanhangi.

Seinast liðini brustu saman á Tórsvølli, endaði tað við, at tveir føroyskir leikarar vóru sendir av vøllinum. Um hetta er fyrstu ferð, at tað er hent á A-landsliðnum, er undirritaði ikki greiður yvir, men sjáldsamt er tað í øllum førum.

- Vit hava práta um hetta innanhýsis. Hetta er nakað vit mugu acceptera tí tað er hent. Um hetta hendi javnan hevði eg verið svakur sum venjari, men tað ger tað ikki.

Ein av seinastu spurningunum til landsliðvenjaran áðrenn tíðindafundurin er av, er, hvat føroyska liðið kann taka við sær frá sigrinum á Litava?

- Nógv. Tað er altíð gott at hava ein sigur við okkum. Okkara tilgongd til at spæla frameftir var góð. Litava høvdu ikki nógvar kjansir burtursæð frá málinum. Tað var ein stabilur dystur, svaraði landsliðsvenjarin.

Í gjár vandu teir leikarar, ið ikki komu á vøllin ímóti Litava, saman á vøllinum úti í sólini í Luksemborg. Hinir leikararnir vandu styrkivenjing í fitness. Í dag er taktisk venjing á skránni, har allir leikarar eru við.