Aftaná at hava stríðst ímóti hvørjum øðrum í tvey áratíggju, hava Taliban og USA nú fingið eitt samstarv, fyri at berjast ímóti teirra felags fígginda í Afghanistan, Islamiskur Statur.
Hetta greiðir útsendað miðeysturtíðindafólkið hjá DR Michael S. Lund frá.
- Tað er ein serstøk støða, at man hevur stríðst ímóti hvørjum øðrum í 20 ár í Afghanistan við ógvusligum bardøgum, dripið hermenn hjá hvørjum øðrum, sjálvmorðsbumbur og mangt annað. Síðani tekur man avgerð um at samstarva. Serliga, tá ið tað snýr seg um at vinna á Islamiskum stati, sigur hann.
Samstarvið er komi í lag aftaná yvirgangsálopið á flogvøllinum í Kabul hósdagin, sum Islamiskur Statur hevur tikið ábyrgdina fyri. Her doyðu 72 afghanarar og 13 amerikanskir hermenn. Fríggjanáttina í danskari tíð svaraðu amerikanarar aftur við einum dronuálopið móti IS.