Tíðin er farin har Danmark bestemmaði í Føroyum

Danski forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, sigur, at samstarvið í ríkisfelagsskapinum skal vera ímillum trý lond á jøvnum føti

Áki Bertholdsen
3. oktober 2023 kl. 12:08

Tað er slutt við tíðini, har Danmark tók bestemmaði í Føroyum og í Grønlandi. Tað var ein boðskapur hjá donsku forsætisráðfrúuni, Mette Frederiksen, í røðuni hon helt á Fólkatingi í morgun, nú Fólkatingið er sett í dagm og eitt nýtt tingár byrjar eftir summarsteðgin.

Nettupp hendan røðan er ein av ársins týdningarmiklastu røðum hjá danska statsleiðaranum har kósin verður sett út í kortið, og, sum vant, fullu eisini nøkur orð um ríkisfelagsskapin.

Hon vónar, at ríkisfelagsskapurin verður varðveittur í nógv ár afturat, men at vegurin fram er eitt tætt samstarv við virðing fyri hvørjum øðrum.

Tað skal vera rúm fyri, at Danmark Føroyar og Grønland, eru trý ymisk lond og ríkisfelagsskapurin minnir alsamt meiri um alt annað, politiskt samstarv, heldur hon.

Tað fara at vera fleiri ósemjur ímillum londini í ríkisfelagsskapinum, enn tað hava verið, heldur hon. Men hon sær onga andsøgn í tí, men hon heldur, at tað er eitt tekin um, at vit eru í ferð við at flyta okkum burtur frá tíðini, har samstarvið í ríkisfelagsskapinum var á ójøvnum føti.

– Og tað er gott tekin, tí vit hava havt eina tíð, at ríkisfelagsskapurin var Danmark og so tvey onnur lond afturat.

– Tann tíðin er farin har Danmark tekur avgerðir vegna Føroyar og Grønland, tí tær avgerðirnar skulu takast í Føroyum og í Grønlandi.

Ríkisfelagsskapurin verður eitt samstarv ímillum trý lond, trý lond og tríggjar tjóðir, segði Mette Frederiksen.