Sambandsflokkurin hevur í dag lagt fram nýggja útspælið hjá flokkinum, ið nevnist “Nýtt Samband”.
Í útspælinum verða orð sett á sambandsfloksins boð uppá eina modernisering av ríkisfelagsskapinum, har Føroyar gerast eitt sjálvstýrandi land í ríkinum.
Sambandsflokkurin slær fast, at Sambandsflokkurin er og framhaldandi fer at vera ein samríkisflokkur.
Mál, ið framhaldandi skulu vera felagsøki sambært “Nýtt Samband” eru:
• Grundlóg
• Gjaldoyra
• Kongshús
• Rættarskipan
• Politi, ákæruvald og kriminalforsorg
• Uttanríkis, trygdar og verjupolitikkur (partvíst)
Høvuðssetningarnir í nýggja politikkinum snúgva seg um:
Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk
Lógarkarmarnar í ríkisfelagsskapinum
Ríkisveitingina
Tørvur er á eini nýggjari heimastýrislóg – eini sjálvstýrislóg
Sambandsflokkurin sigur, at heimastýrislógin frá 1948 hevur tænt Føroyum væl, men tørvur er nú á eini nýggjari lóg, ið skal staðfesta heimildirnar hjá føroyskum myndugleikum.
- Heimastýrislógin hevur verið lóggávan ið hevur skipað rammuna fyri menningini av Føroyum. Tó mugu vit ásanna, eins og alt annað við okkara felagsskapi, at yvirskipaðu karmarnir fyri Føroyum eisini hava tørv á eini modernisering.
- Tørvur er á einari nýggjari heimastýrislóg – eini sjálvstýrislóg – sum skal skapa nýggju karmarnar fyri Føroyum, sum eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Lógin skal staðfesta, at um Føroyar ynskja at loysa seg úr felagsskapinum, so eru tað føroyingar sjálvir sum avgera tað. Teir nýggju føstu karmarnir fyri uttanríkis, trygdar og verjupolitikkin skulu stað festast í lógini.
Um ríkisveitingina sigur Sambandsflokkurin, at hetta ikki er nakað, ið skilmarkar tey sum flokk, men at flokkurin ikki fer at at spæla hazard við vælferðini og haldførinum í Føroyum.
Uttanríkis, trygdar og verjupolitikkurin skal leggjast í fastar rammur
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, vísti í framløguni av nýggja útspælinum á, at tá tað um uttanríkis, trygdar og verjupolitikk ræður, kemur tað fyri, at galdandi praksis og løgfrøðiligi veruleikin ikki samsvarar. Tí skulu vit staðfesta við lóg, hvørji rættindi og hvørjar heimildir Føroyar hava í danska ríkinum.
- Uttanríkispolitiska rásarúmið hjá Føroyum skal víðkast í enn størri mun. Tørvur er á, at uttanríkis, trygdar og verjupolitikkurin í ríkinum verður lagdur í fastar rammur, soleiðis, at eingin ivi er um hvør tilgongdin er og hvør hevur avgerðarrættin í síðsta enda.
- Tí eigur uttanríkispolitikkurin at liggja í tveimum súlum, staðfestar við lóg, sum skulu skilja sundur uttanríkispolitikkin, ið bert viðvíkur Føroyum, og felags uttanríkispolitikkin fyri ríkið.
Innihaldið í uppskotinum kann lesast her: