Tíðargrein: Ólukkusøkan

Á vári í 1986 var eg í Havn og spældi sjónleik. Aftaná var veitsla uppi á Ternuryggi. Eg fór við. Har møtti eg eini so fittari gentu. Hon var ljóshærd, rundleitt og hevði vakrar varrar, ið eisini vóru breiðar. Eygnabráið var duldarfult og eitt sindur stygt ella viðkvæmt. Kroppurin var fullkomiliga lýtaleysur. Gentan gekk í ljósum kóvboyklæðum. Eg bleiv púra burtur í henni. Vit gjørdust góð bæði og møttust fleiri ferðir eftir tað. Vit fóru at ganga saman

Høgni Mohr
29. juli 2021 kl. 20:00

Á vári í 1986 var eg í Havn og spældi sjónleik. Aftaná var veitsla uppi á Ternuryggi. Eg fór við. Har møtti eg eini so fittari gentu. Hon var ljóshærd, rundleitt og hevði vakrar varrar, ið eisini vóru breiðar. Eygnabráið var duldarfult og eitt sindur stygt ella viðkvæmt. Kroppurin var fullkomiliga lýtaleysur. Gentan gekk í ljósum kóvboyklæðum. Eg bleiv púra burtur í henni.

Vit gjørdust góð bæði og møttust fleiri ferðir eftir tað. Vit fóru at ganga saman.

Av tí at eg búði í Vági og var sokallað leysingabarn, ið grunaleyst varð drigið til bygdar fimm ára gamalt, kann eg siga, at eg var ikki sannur vágbingur. Sum Stefan Zweig orðaði seg í eini av æviskaldsøgum sínum:

"Mær manglaði blóðsins og forfedranna eyðskilda rætt. Tað var mín lívlangi og óslítandi sannleiki."

Ert tú ikki í blóðætt við fólk, mást tú dúva upp á gestablídni. Eg bleiv ongantíð veruligur vágbingur, hvussu eg so kýtti meg. Millum annað av hesi grund havi eg í dag serligan samhuga við tilflytarum. Til dømis Joel Coel, sum í eini sjónvarpssending segði, sum var; at gestablídni í sjálvum sær hevur avmáldar møguleikar.

So hjá mær, ið sum 17 ára gamal júst var blivin kunnaður um mítt óektaða upphav, og at pápi mín harvið ikki var pápi mín, kendist tað sum ein eyka frígering at fara norður um fjørð at hitta hesa havnargentuna. Hon fór at bjarga mær úr einseminum.

Eg fór all in og leigaði okkum kamar á Sjómansheiminum viðhvørt og lænti annars ein lítlan bústað á B75. Har lógu vit so í seingini og kystust. Eg hevði standing og alt, men vit fóru ongantíð longri enn tað sama. Eg var jomfrú og tordi ikki at leggja meg í gerningar.

Eg kundi heldur ikki vita, um vanvarda genta mín yvirhøvur var til tílíkt furarí. Hatta kynsliga kendi eg bara sum nakað serstakliga tvípólað. Vitanin sveiggjaði millum ytru punktini, Ugens Rapport ("Trekant med onkel og hans kone") og Ættina ungu hjá Theodor Hansen, lærara ("Ofta verður brúkt tað at gevast, áðrenn maðurin fær sáðlát.").

Men jóansøkan kom, og hon var í Vági tað árið. Ein frísklig vinkona hjá míni nýggju unnustu kom suður at vitja meg; hon búði hjá okkum, og tað var sera skemtingarsamt.

Eg veit ikki, men um kvøldið fekk eg góða føring. Standurin endaði við, at vit bæði lógu og rullaðu runt í grasinum niðanfyri húsini. Og tað var við so dýggjandi vátum tungum eisini! Tær vórðu fastar hvør í aðrari sum sterkasta karðalás!

Eg vaknaði dagin eftir við eini skróvturrari, rísnari tungu. Burtur var jóansøkunáttin. Rúsurin runnin av. Eg skríggjaði innantannað:

"Ó, skitt! Hvat havi eg gjørt!"

Jú, eg hevði svikið unnustu mína og pliktað meg til vinkonuna hjá henni.

"For helviti!"

Hetta var ikki júst ein eyðsýnd vinnarastøða, men okkurt mátti gerast. Um ikki annað noyddist eg at kunna tey avvarðandi.

Eg ringdi lotur norður á Ternurygg og fortaldi við gráturødd, at eg av óvart hevði bundið meg til vinkonuna, og at eg noyddist at gera tað liðugt.

Sambært einum belgiskum lækna, sum eg hitti herfyri, so hava vit bara eitt tunt lag av mentan uttan á okkum. Beint innanfyri liggur reptilmenniskjað og lúrir, og tað er í grundini ein vandamikil vera.

Men í okkum menniskjum er tíbetur ein bremsuskipan afturat: Lívfrøðin. Vóru vit ikki so væl funderað lívfrøðiliga við setninginum um, at eg má geva mínum medskapningum frið fyri sjálv at fáa frið, so hevði verið morð í øllum spentum støðum.

Samsvarandi hesi grundfestu siðmentan, so var reaktiónin í hinum endanum á telefonini púra vandaleys tøgn. Men eg kendi nívandi væl, hvussu vónbrotin dreymagenta mín var. Umsíðir teskaði hon; henda vakra, men vrakaða unnustan:

"Høgni? Góði ikki gera tað liðugt? Hugsa teg um í tveir dagar, og ring so aftur!"

Eg so gjørdi. Hugsaði meg (illa) um í tveir dagar, ringdi aftur og endurtók, at tað var yvirstaðið.

So kom tann ólukku ólavsøkan. Eg fór norður at selja candyfloss fyri KFUM-skótarnar í dagtímunum og fylgjast við nýggju, stuttligu unnustuni um kvøldið.

Ikki heilt óvæntað bleiv eg øgiliga ávirkaður av rúsdrekka. Við hesum sama fyllskapinum komu eisini øll tey góðu hugskotini. Nevniliga fekk eg tað flogvituga innfall at klintra upp í eina flaggstong í Niels Finsens gøtu; tað var beint uttan fyri núverandi Tutl-handilin.

Nýggja unnustan stóð og gapaði, meðan hesin pínligi pirrufressurin úr Vági fór spelandi upp eftir stongini. Tá ið eg hevði verið í húnum hátt og enntá hevði nert við toppin, læt eg meg glíða niðuraftur til mína dýrkeyptu dís. Eg væntaði at verða móttikin sum hetja. So varð ikki. Vinkonan hjá vrakaðu unnustini á Ternuryggi gjørdi skjótt av:

"Tú ert svakur! Tað er liðugt!"

So stóð eg har við ongum.

Eftir tað fall eg í fátt og fór suður at syrgja. Suður til tað fullkomna vónloysið.

Atvoldin til sorgina var ikki, at henda vinkonan hevði vrakað meg, men at eg hevði vrakað ta fyrru unnustuna fyri hesa. Eg sá einki gott í nøkrum, men dømdi øll og alt hart og kontant - implosivt uttan orð. Eg varnaðist bara støð og hús, har kærleikin manglaði, og fólk antin klandraðust ella spældu larmandi stillaspæl; gáaði ikki eftir tí góða nakrastaðni. Minnist tað so sera væl; hvussu dapurskygdur eg var í so máta.

Men ein lærdi eisini okkurt. Millum annað fann eg út av, at orsøkin til, at ongin kærleiki er inni hjá summum fólkum, er tann sama sum, hví eingi pálmatrø vaksa á norðpólinum. Har er ov kalt.

Gerandisdagurin kom uppaftur sum tann tundurproppurin, hann er, og í oktobur sama ár fór eg norður aftur til Havnar. Hesaferð at ganga á tekniska skúla. Skeiðið vardi tíggju vikur, og eg skuldi búgva á Skúlaheiminum í Marknagili ímeðan.

Longsilin eftir ljóshærdu dreymagentuni, sum eg hevði svikið so dyggiliga, vaks fyri hvønn dag, og at enda bognaði eg. Eg gekk yvir til gjaldstelefonina á Skúlaheiminum og ringdi niðan á Ternurygg:

"Góða kunnu vit møtast?"

Hon segði ja, og glaður var eg. Lukkuligur.

Eg minnist enn, hvar vit avtalaðu at møtast. Tað var uttan fyri táverandi Kvøldlot, sum nú er Irish Pub. Útnyrðingshornið á tí húsinum er líkasum skorið av. Har hevur helst verið onkur handilshurð einaferð í tíðini.

Og nú stóðu vit endiliga tætt saman hetta stilla og klára gerandiskvøldið um heystið. Eg bar upp ynski mítt:

"Góða vilt tú aftur vera mín?"

Hon hugdi at mær við sínum gatandi kamarseygum og svaraði soleiðis, sum eg enn minnist tað:

"Nei, Høgni. Tað kann eg ikki. Eg bað teg bíða í tveir dagar. Tað gjørdi tú. Og so segði tú, at tað var liðugt. So, nei. Nei takk."

Eg sá hana ongantíð aftur.

Nú ert tú so aftur á ólavsøku. Heili 35 ár eru farin, og Føroyar eru vorðnar uppaftur meira tivoliseraðar síðan flaggstríðið hjá mær í 1986.

Tað er eisini gott tað sama, at alt tað ektaða kámast. Nervaræsurnar til flestu kenslur mínar frá 86 eru typtar kortini. Tann seinasta restin er nýliga avgrivin heilt. Ella lat meg heldur siga, at tað innasta lagið á leykinum, sum røkkur á botn til tær djúpastu kenslurnar, er rokið. Naknari verður mann neyvan. Og ei heldur kaldari.

Frá tí sjónarhorninum síggi eg ólavsøkuna í dag; eina stevnu uttan stevnumið. Hvat eru vit saman um? Saman um at vera sundur? Ja. Gomul siðvenja er blivin gamal vani. Permamentan. Um nøkur ár ein gamal og ísakaldur óvani.

Nógv annað er eisini umskapað síðan 86. Tá drukku vit bara ginn. Tað skifti navn eftir huglagnum. Um kvøldið æt tað Meininginn. Dagin eftir, tá javnast mátti, æt tað Banginn.

Men nú er gamaldags fyllskapur komin í harða kapping við statshospitalsautoriseraðan Ritalin-rús. Skál, allar særdar sálir! Lat meg fáa eina tablett til hitt benið!

Kristindómurin marsjerar eisini á ólavsøku saman við hálum politikarum í knæbuksum. Teir skrúðganga beint við, har mín egna trúgv á kærleikan fekk sítt fyrsta skot fyri bógvin - eitt váðaskot, sum hevur elt ein síðan.

Men eg havi sjálvur skuldina.

Apropos skuld og prestar, sum ganga reyv í reyv á ólavsøku: Kristin eru veruliga forfylgd í Føroyum. Hesi forfylgdu kristnu eita millum annað Jehova vitni, og tey verða forfylgd av øðrum kristnum. Hvør skal hava skuldina fyri tað? Ella at islam verður útspilt uttan orsøk? Fólk gloyma, at muslimar hava frelsaran í kristindóminum sum ein av størstu profetum sínum. Jesus næstbesta navnið er.

Eg segði ongantíð umskylda við unnustuna í kvøldlotinum. Tað kemur neyvan heldur nøkur umbøn um syndanna fyrigeving frá hasum marsjerandi koryfæunum, ið liva líka illa upp til kærleiksboðið sum eg, og sum saman við fjølmiðlum í seinastuni hava drigið mannaættina gjøgnum hetta svakliga koronuteaturið.

Eitt sindur um ósunna fornuft í hesum klombruta sambandi:

Fer landsins óútrokniligi myndugleiki fyri eftirtíðina at kanna málið, hvørja ferð onkur nýsur? Er tað ræðuligt, um onkur fer at snora eitt sindur í tíðini, sum koma skal - og skulu løgregla og kirkja frameftir dragast upp í slíkt barnsligt idioti, sum onkur hevur rópt tað?

Líka síðan hetta virusið varð flotað fyri hálvum øðrum ári síðan, hava so gott sum 100 prosent av fólkinum "ikki verið smittað í løtuni" og tískil heldur ikki verið sjúk av hesum annars so eirindaleysa og lívshættisliga kríminum. Men landið skuldi steingjast, nervaveik fólk forskrekkjast til varandi innisælu, og flogvøllur og havnarløg umskapast til eitt peningaligt vattpinnaspæl.

Grundgevingin? Jú, at nærum null prosent av fólkinum í ringasta føri kundu fingið tipta nøs, høvuðpínu ella ein óundansleppiligan túr á sjúkrahúsið vegna ovurfiti, rúsdrekkamisnýtslu ella sukursjúku - við koronu.

Are you out of your fucking mind?

"Eg eri eplið!"

Tað segði Sjúrður Skaale í Pipar & Salti. Eg kenni meg eisini eins og eitt epli. Sum eitt nógv niðursett setepli. Eg eri couleur orange. Ikki tí eg eri søtur, men tí eg eri súrur. Eitt brandgult, ógift og einsamalt súrepli. Appilsingle.

Fríggingarmyrkt verður tað sagt at vera á ólavsøku. Sum barn ræddist eg ofta myrkur. Nú dámar mær myrkrið. Ja, eg elski tað. Kenni meg tryggan, meðan eg súkkli í tí. Hetta myrkrið gevur mær ta somu kensluna, sum tá ið omman í Vági, sum eg var fastur gestur hjá, signaði og ballaði meg undir teirri tungu dýnuni.

Mótbrekkur síggjast ikki í myrkri.

Ongantíð sum á ólavsøku hava konufólk til gongu havt so nógvar biðlar. Men finst kærleikin til ta fríggingarmyrku ólavsøkuna? Neyvan.

Men dreymurin um kærleikan; hann livir, til sólin er uppi! Gjøgnum stolnar løtur og varandi sakn. Tað er tað einasta, vit kunnu flagga fyri. Um ikki annað í hálvari stong.