Tíðargrein: Bíblian íblást frá permu til permu

Tá sagt verður, at Bíblian er Guds fullkomna orð, so má eisini spyrjast: hvat handrit verður hugsað um?

Hans Andrias Sølvará – Ph.d. lektari í søgu á Søgu- og Samfelagsdeildini
6. apríl 2018 kl. 11:48

Ein spurnakanning, sum er gjørd í sambandi við sendirøðina Gud signi Føroyar hjá KvF og Heina í Skorini, vísir, at 31% av føroyingum halda, at Bíblian er Guds fullkomna orð og vegleiðari í øllum viðurskiftum, meðan onnur 39% halda, at hon er íblást av Gudi, men skal tulkast. Bíblian tykist sambært 70% av føroyingum vera Guds fullkomna orð frá permu til permu og eigur sambært 31% heldur ikki at tulkast.


Frá permu til permu

Upprunaliga vóru tekstir, sum komu í Bíbliuna, skrivaðir sum sjálvstøðug verk, ið høvundarnir valla høvdu varhuga av fóru at vera samlaði í eini bók við somu permu. Tá Paulus í 40-50 árunum skrivaði síni brøv til samkomur í Rómverjaríkinum hevði hann neyvan varhuga av, at kristin øldir seinnu fóru at samla brøvini í eitt tekstasavn, sum kristin uppaftur seinni fóru at halda vera Guds orð frá permu til permu. Tann, sum um 90 e.Kr. skrivaði Opinberingina, visti heldur ikki, at hóttandi endaorð hansara ímóti avritarum (22:18-19), sum upprunaliga bert sipaðu til Opinberingina, seinni fóru at verða brúkt í øðrum høpi og um alla Bíbliuna.

Eingin, sum hevur lisið brøv Paulusar, kann vera í iva um, at tað er Paulus, ið eins og flest allir høvundar av bókum í Nýggja Testamenti ongantíð hitti “tann søguliga Jesus”, sum skrivar. Onkustaðni skrivar Paulus enntá, m.a. tá hann loyvir sær at gera undantak frá hjúnaskilnaðarforboði Jesusar (1. Kor 7:10-11 og Mark 10:9-12), at soleiðis ”sigi eg, ikki Harrin” (1. Kor 7:12-15). Hetta eru ikki Jesusar orð til jødar; hetta eru orð Paulusar til nýumvend við heidnum maka. Longu í fornøldini loyvdi Paulus, sum onga kristna Bíbliu hevði at halda seg til, sær at tulka munnliga varðveitt boð hjá Jesusi. Hesar tulkingar eru – enntá saman við “følskum” brøvum – í hansara navni vorðin partar av Bíbliuni og verða nú tulkaði í øðrum høpi enn upprunaliga ætlað.

At talan er um tekstir, sum eru skrivaðir av ymiskum persónum, sæst eisini á skrivingarlagnum. Tekstir í Gamla Testamenti eru skrivaðir á hebraiskum, meðan teir í Nýggja Testamenti eru á grikskum, summir á góðum grikskum (t.d. Jóhannesarevangeliið), aðrir á minni góðum (t.d. Opinberingin). Dygdir – ella vantandi dygdir – hjá høvundum síggjast í tekstunum, nakað, sum vit illa kundu roknað við, um hvørt orð varð íblást.


Handritini

Tá sagt verður, at Bíblian er Guds fullkomna orð, so má eisini spyrjast: hvat handrit verður hugsað um? Eitt er, at eingi handrit av Nýggja Testamenti eru til fyrr enn uml. 350; annað er, at heldur eingi heil handrit av bókum í Nýggja Testamenti eru til fyrr uml. 200 e.Kr. Einki upprunahandrit er varðveitt av nøkrum teksti. Tað, sum vit hava, eru avrit av avritum av avritum av avritum, sum eru gjørd seinni – nógv seinni. Og avritini víkja frá hvørjum øðrum á so nógvum støðum, at eingin veit hvussu nógv frávik eru. Bart Ehrman plagar at siga, at munirnir eru fleiri enn orðini í Nýggja Testamenti.

Eingin veit við vissu hvørjar broytingar kunnu vera komnar inn í handritini undan uml. 200 e.Kr, tá handritini vóru fá og avritarar illa skúlaðir, men ótal av munum eru millum tey nógvu yngru varðveittu handritini, sum lærdir munkar hava gjørt. Teir flestu eru smáir, ofta bert stavivillur, men onkuntíð eru rættiliga stórir munir.

Avbjóðingin er størri við Gamla Testamenti, har m.a. styttri og longri útgávur av Jeramias eru varðveittar og granskarar hava leingi tosað um ymisk ískoyti til Jesaja. Eisini eru fleiri tekstir, sum ikki eru í kristnum útgávum av Gamla Testamenti, ið byggja á hebraisk handrit frá 1000 e.Kr., varðveittir í tí fornu griksku útgávuni av skriftum jødanna frá 2. øld f.Kr. Hetta øðrvísi úrvalið er váttað í Deyðahavsrullunum frá 200 f.Kr-70. e.Kr, ið eru funnar síðan 1947. Nýggjar bíbliutýðingar, m.a. danskar og føroyskar, sum byggja á yngru handritini frá 1000 e.Kr., taka vanliga ikki atlit til eldri tekstir og úrval. Spurningurin er tí eisini hvørjir tekstir eru teir røttu.


Ósamsvar

Tað er eitt ótal av munum millum handritini, men her skulu bert einstøk dømi í Nýggja Testamenti nevnast.

Tey elstu og bestu avritini av Jóhannesevangeliinum eru frá uml. 200 e.Kr., men ein samanbering við yngri handrit avdúkar ósamsvar. Søgan um kvinnuna, sum varð tikin í hordómi (Jóhs 7:53-8:11), har Jesus sigur, “Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana”, stendur t.d. ikki í elstu handritunum. Men í yngri handritum er søgan løgd afturat, enntá í fleiri ymiskum útgávum (í elstu útgávuni ger Jesus upp við allan dóm, meðan hann í útgávuni, sum er varðveitt í Bíbliuni, ger upp við hykl) og støðum, onkuntíð í Lukas.

Annað dømi er í tí elsta evangeliinum, Markus (70 e.Kr.), har eingi vitni eru til uppreisn Jesusar, soleiðis sum í teimum yngru hjá Matteusi (80), Lukasi (90) og Jóhannesi (95). Markus endar við, at nakrar kvinnur (í Jóhs 20:1 bert ein) koma til grøv Jesusar og síggja, at hon var opin (í Matt 28:2 er grøvin ikki opin, tá tær koma) og tóm – tær “flýddu ... og ongum søgdu tær frá nøkrum, tí tær vóru óttafullar» (Mark 16:9). Soleiðis endar elsta handritið av Markus, men avritarar hava sett líknandi enda sum í yngru evangeliunum, har sagt verður frá møtum millum lærusveinar og tann upprisna, upp í seinni avrit av Markus (16:9-20) – í onkrum handritum er ein øðrvísi endi skoyttur upp í ístaðin. Matteus upplýsir harafturímóti, at kvinnurnar “fóru í skundi burtur frá grøvini við ótta og miklari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta” (Matt 28:8), áðrenn framhaldið um møtir millum tann upprisna og lærusveinarnar, sum ikki finst hjá Markus, kemur.

Hóast Opinberingin (22:18-19) leggur harðan dóm á tey, sum eru sek í at leggja nakað afturat, so eru m.a. hesir tekstir enn í Bíblium; í eini føroyskari enntá uttan viðmerking til, at teir ikki eru í elstu handritunum. Ískoytini hava kanska ikki øll so nógv at siga, – vitni til uppreisnina, tó ongar kvinnur, eru nevnd hjá Paulusi uml. 55 e.Kr. (1. Kor 15:3-8) – men poengið er, at varðveitta Bíblian orð fyri orð illa kann vera íblást. Størri er avbjóðingin, tá granskarar eru ósamdir um, hvørt ein tekstur (t.d. 1. Kor 14:34-36) er upprunaligur ella ikki.

Meira grundleggjandi er, um upprunaligt ósamsvar eisini er. Evangelistar tykjast, umframt tað, sum longu er nevnt, m.a. heldur ikki samdir um, hvar Jesu familja búði, tá hann varð føddur, – í Betlehem ella í Nasaret (Matt 2:1,11,16,22-23 og Luk 1:26-27;2:4,39) – hvør bar krossin út á Golgata (Mark 15:21 og Johs 19:17), nær krossfestingin var (Mark 14:12;15:25 og Jóhs 19:13-14,31), hvørji seinastu orðini á krossinum vóru (Luk 23:46 og Jóhs 19:30) ella um tann upprisni vísti seg fyri lærusveinum í Judea (Luk 24:13-52) ella í Galilea (Matt 28:7,16) – fyru at nevna nøkur dømi. Tílíkt kann lættast sameinast við, at seinni høvundar, sum valla vóru eygnavitni, óheft av hvørjum øðrum festu frásagnir á blað, men tað samsvarar illa við, at hvørt orð er íblást.


Týðingar

Men uttan mun til førleikar og ískoyti hjá avritarum er neyðugt at tulka. Tað var neyðugt í fornøldini eins og tað er neyðugt í dag – ikki minst tá tekstir og týdningar verða fluttir úr heilt ymiskum mentanum, í hesum førinum úr hebraiskum í grikskt og í latín – og yvir í føroyskt. Øll mál hava ymiskan bygnað (hebraiskt hevði t.d. eingi sjálvljóð), serstakt orðfeingi og ymiskar orðatýdningar, sum gera, at uttan mun til hvaðani ein tekstur stavar, so vil ein týðing í annað mál eisini vera ein tulking, har týdningar hvørva og nýggir verða lagdir afturat. Týðingar kunnu neyvan nakrantíð vera bókstavligar, men innihalda altíð eisini tulkingar.

Eitt kent dømi er, at Matteus (1:23), sum skrivaði á grikskum, sipaði til Jesaja 7:14 (ein hebraiskan tekst, sum sipaði til hending 800 ár fyrr), sum Matteus helt vera spádóm um, at Jesus skuldi føðast av moyggj. Longu í fornøldini vístu jødar á, at Matteus misskilti Jesaja, sum hvørki sipaði til Messias ella moyggj - hann sipaði til egna samtíð. J. Dahl/K.O. Viderø og V. Danielsen týða kortini við støði í Matteus, ”moyggin verður við barn/moyggj skal verða við barn”, men aðrastaðni (Orðt 30:19) týðir Danielsen sama hebraiska orðið, sum hann í Jesaja 7:14 týðir til ”moyggj”, til ”ung kvinna”, meðan Dahl/Viderø týða til “kona”. Tað er greitt, at føroyskir eins og aðrir týðarar, sum teir stuðla seg á, tulka tekstin – teir týða ikki orð fyri orð, og onnur týða øðrvísi. Autoriseraða danska kirkjubíblian frá 1992 týðir Jesaja 7:14 soleiðis: ”Den unge kvinde skal blive med barn”, men endan, sum Indre Mission síðan fekk broytt, høvdu serfrøðingarnir upprunaliga týtt í nútíð, ”er gravid”. New Revised Standard Version frá 1990, týðir soleiðis: ”the young woman is with child”. New English Bible frá 2005 týðir soleiðis: ”this young woman is about to conceive”.

Uttan mun til hvørja støðu vit hava til hesar týðingar, so vísa tær, at óheft av, um bíbilskir tekstir orð fyri orð eru íblástir av Gudi ella festir á blað undir vanligum treytum, so er neyðugt at tulka. Tað gjørdu jødar áðrenn kristindómin, tað gjørdu teir eftir at kristindómurin vann frama, tað gjørdu tey fyrstu kristnu, tað gjørdi Paulus, tað gera tey, sum týða bíbilsku tekstirnar, tað gjørdu Dahl/Viderø og tað gjørdi Danielsen eisini.

Tekstir, orðingar og orð eru í sjálvum sær tulkingar, sum harumframt mugu tulkast av lesarum.


Orð um Gud

Tað verður ofta sagt, at Bíblian er guds orð frá permu til permu og at tey heldur ikki skulu tulkast; men vit hava ongan tekst, sum tann arameiskt mælti jødin Jesus hevur skrivað – bert grikskar tulkingar, sum onnur seinni hava skrivað um virki hansara. Hesir tekstir eru skrivaðir til ávís fólk í fornøldini, vanliga av persónum, sum ongantíð hittu “tann søguliga Jesus”. Tekstirnir eru tí eisini ymiskir, tíðarmerktir og tíðum mótstríðandi. Heldur ikki hava vit nakran upprunatekst, bert eitt ótal av avritum, sum eru gjørd nógv seinni. Tað er enntá próvfast, at millum permurnar á m.a. føroysku Bíbliunum finnast drúgvir tekstir, sum upprunaligir “bíbilskir” høvundar ikki hava skrivað. Men hóast vit skuldu havt verið so heppin at havt upprunatekstir, so noyddust vit kortini at tulka teir gjøgnum tey avmarkaða tulkingarfiltur, sum vit til einhvørja tíð hava atgongd til.

Bíblian verður í myndatalu søgd av vera Guds orð, men í veruleikanum er hon orð um Gud, sum menniskju tulka. Kanska eiga vit at vara okkum fyri at trýsta Gud inn í okkara egnu avmarkaðu tulking av tekstum, sum í sjálvum sær bert eru aðrar tulkingar, skrivaðir og avritaðir av ymiskum menniskjum, men heldur latið upp fyri, at Gud er størri enn allar tulkingar, sum høvundar og týðarar í fornøld og eftirtíð hava sett hann inn í.

Tá tað kemur til stykkis, so er tað heldur ikki eitt tekstasavn, sum kristin trúgva uppá, men á ein fullkomnan Gud, ið ófullkomin kristin gjøgnum søguna hava roynt at seta orð á og tulka við sínum altíð avmarkaða viti.