Tí varð nýggj landsstýriskvinna sett

Vit hava ongar ætlanir um at leggja minni dent á umhvørvið, sigur løgmaður

Áki Bertholdsen
11. november 2024 kl. 11:47

Samgongan hevur ongar ætlanir um at niðurraðfesta umhvørvið. Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Nú Ingilín Didriksen legði frá sær sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum, vildi Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsgflokkin, hava at vita frá løgmanni um hann fór at brúka hetta høvi til at spara í almennu fyrisitingini.

Hann sigur, at Landsstýrið hevur boðað frá, at tað er neyðugt at gera tillagingar og sparingar fyri at fáa haldføri í føroyska búskapin.

– Hetta sæst aftur í fíggjarlógini fyri næsta ár, har sparingar eru á fleiri bleytum økjum, almannaøkinum, heilsuøkinum og í skúlaverkinum, sigur hann.

– Sparingarnar raka fyrst og fremst tey, sum hava hjálp fyri neyðini, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Eitt lið í tí at tálma útreiðslurnar er at herða treytirnar fyri at fáa rætt til tillagað starv. Hetta rakar tey, sum annars vilja geva sítt íkast til samfelagið, men hetta gerst nú truplari, sigur hann.

– Fyri einstaklingin kemur tað illa við ikki at sleppa uppí part at byggja samfelagið upp, og fyri samfelagið merkir hetta minni framleiðslu, sigur hann.

– Ætlanin er, at fólkaskúlin skal spara fimm milliónir, men tað hevur verið ringt at fáa at vita, hvat hesar sparingar merkja og um færri størv verða í fólkaskúlanum, tí tað fer at raka teir veiku næmingarnar.

– Heilsuverkið skal spara eitt prosent og tað merkist hjá teimum sjúku og veiku.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at tá ið samgongan varð skipað, segði løgmaður, at hóast fleiri aðalráð vórðu stovnað, skuldi miðfyrisitingin ikki kosta fleiri almennar skattakrónur.

– Men tað er staðfest, at tað ger hon, nú skjótt tvey ár eru farin av valskeiðinum, sigur hann.

Og nú Ingilín Didriksen Strøm legði frá sær, vildi Bárður á Steig Nielsen hava at vita um løgmaður ætlar at brúka tað høvi til at lækka talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum fyri at bøta um haldførið.

Men tað hevur løgmaður ongar ætlanir um, sigur hann. Hann sigur, at tað er eitt áhaldandi arbeiði hjá Landsstýrinum at támla útreiðsluvøkstrinum.

Men eftir løgtingsvalið í 2022 hækkaði talið av landsstýrisfólkum úr sjey upp í níggju.

 – Samgongan vildi leggja størri dent á umhvørvismál og tí varð eitt Umhvørvismálaráð sett á stovn.

Harumframt varð eitt Barna- og útbúgvingarmálaráð stovnað við tí endamáli at tryggja at børn í Føroyum ikki detta niður ímillum skipanir, sum ikki virka nóg væl saman, tí tær eru undir ymiskum málsøkjum.

– Samgongan hevur ongar ætlanir um at leggja minni dent á umhvørvismál, og tí er nýtt landsstýrisfólk sett í umhvørvismálum, sigur løgmaður. Tað hendi í farnu viku tá ið Margit Stórá, sum var landsstýriskvinna í heilsumálum, varð sett sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum, og aftur fyri varð Súsanna Bertholdsen sett í starv sum landsstýriskvinna í heilsumálum.