Svar til Áhugafelagið Livilig kor, sum í Dimmu 9. august 2024, skrivar um viðgerð av máli viðvíkjandi útbygging av proteinvirkið á Tvøroyri.
Sambart §2 í Løgtingslóg um viðarlundir er uppgávan hjá Skógfriðingarnevndini (SFN) “at hava eftirlit við friðaðum viðarlundum til verndar av vøkstri og dýrum á hesum lendum”.
Í Løgtingslóg um náttúrufriðing er tilskilað, at innangarðs skal ikki verða bygt nærri enn 300 m frá teimum viðalundum, ið Føroya viðalundanevnd hevur um hendi, uttan loyvi frá friðingarnevndini. Í slíkum málum skal SFN hoyrast.
Siðvenjan hevur tó verið soleiðis, at tá ið talan er um bygging mitt inni í bygdum øki, sum t.d. rundan um viðarlundina í Havn, hevur hetta ikki verið gjørt. Orsøkin er, at har er so nógv bygging alla tíðina. M.a. er SFN ikki hoyrd, tá ið bygningar sum SMS, Tórsvøllur, Svimjihøllin ella Hotel Hilton vórðu bygdir og sum allir eru innan fyri 300 m frá skógfriðaðum øki.
Hinvegin er SFN farin virkin inn í mál, sum liggja uppat ella ítøkiliga eru farin inn á skógfriðað øki og beinleiðis hava hótt ella ávirka vøkstur o.a.
Skógfriðaða økið, sum talan er um í hesum føri, er mitt í bygdum øki á Tvøroyri, er ti samanberiligt við omanfyrinevndu øki og eftir vanligari siðvenju hevði SFN ikki verið í málinum. Men, av tí at Yvirfriðingarnevndin ynskti, at SFN varð hoyrd, varð málið viðgjørt.
Nevnast skal, at tað í viðgerðini av málinum varð tosað um, at ætlaða útbyggingin er óheppin fyri økið, sum bústaðarøki og at tað eisini er væl skiljandi, at fólk, sum búgva í økinum ikki ynskja ein stóran bygning framman fyri síni hús. Men, sum longu nevnt, er júst hesin spurningurin ikki eitt atlit, sum hoyrir til uppgávuna hjá SFN.
Út frá hesum og siðvenjuni, sum er lýst omanfyri, varð komið til niðurstøðuna, at "SFN metir ikki, at ætlaða verkætlanin hjá Varðanum Pelagic í serligan mun fer at hava neiliga ávirkan á skógfriðaða økið kring Tvøroyrar kirkju”.
Áhugafelagið Livilig Kor nevnir um annað náttúruverndarvirksemið hjá tveimum av nevndarlimunum í SFN, at hesir “rópa sum úlvar á nátt um at verja grønu virðini í høvuðsstaðnum, so er ongin umsorgan fyri grønu virðunum sunnanfjørðs”.
Nevndarlimir í SFN eru eisini virknir í øðrum náttúrufelagsskapum, sum m.a. hava til uppgávu at verja náttúru - og tað hava teir sjálvsagt rætt til. Men her úttala teir seg ikki vegna SFN, men sum privatpersónar. Og sum privatpersónar eru teir ikki bundnir av avmarkaða atlitinum hjá SFN, ið er lýst omanfyri.
Viðmerkjast skal, at Jóhann Mortensen, ið er nevndarformaður, luttók ikki í umtalaðu viðgerð, tí hann var ógegnigur í málinum. Orsøkin er, at hann eigur fritíðarhús í økinum, sum talan er um og hann er eisini partshoyrdur í málinum.
At enda skal verða endurtikið, at SFN hevur stóra umsorgan fyri skógarvøkstri á Tvøroyri, eins og aðra staðni í Suðuroy og í øllum Føroyum. SFN sær viðarlundirnar sum týdningarmiklar náttúrugripir í nærumhvørvinum og hevur sum mál, at viðarlunda økini kring landið verða økt, so enn fleiri fólk kunnu fáa gleði at vera úti í náttúru, har lívd er millum trø og runnar. Eitt arbeiði, sum krevur nógv, bæði hvat viðvíkur røkt og nýplantan av trøum.