Thomas Vinterberg tilnevndur ein Oscar sum besti leikstjóri fyri film sín “Druk”

Hann bleiv brádliga høvuðspersónurin í størsta sorgarleikinum, vit menniskju kunnu koma út fyri, tá hansara 19-ára gamla dóttir doyði í ferðsluvanlukku, tá upptøkurnar til filmin “Druk” júst vóru byrjaðar. Eftir ein longri steðg, byrjaðu upptøkurnar til filmin aftur, og tá gjørdist honum greitt, at filmurin handlaði um nógv meira enn um alkoholpromillur. Nú er Thomas Vinterberg tilnevndur ein Oscar fyri filmin og sum besti leikstjóri

Sigurjón Einarsson
15. mars 2021 kl. 15:30

Danski leikstjórin Thomas Vinterberg er blivin tilnevndur eina Oscar heiðursløn í bólkinum “Besti leikstjóri” fyri film sín “Druk”.

Tað hevur Oscar-nevndin júst kunngjørt í dag.

Umframt at Thomas Vinterberg er tilnevndur sum besti leikstjóri, so er filmurin eisini tilnevndur sum “Besti altjóða filmur”.

51-ára gamli Thomas Vinterberg hevur einaferð áður verið tilnevndur eina Oscar-tilnevning. Tað var í 2014 fyri filmin “Jagten”, ið var tilnevndur “Besti altjóða filmur”, tó uttan at vinna.

Men nú er hann tilnevndur sum besti leikstjóri, og útlendskir miðlar siga, at hann hevur góðar møguleikar at vinna.

Talan er um ein sera persónligan film hjá Thomas Vinterberg. Tá upptøkurnar til “Druk” júst vóru byrjaðar, misti hann 19-ára gomlu dóttir sína í ferðsluvanlukku, sum hendi í Belgia í mai 2019.

Sjálvur var Thomas Vinterberg púrasta fyri ongum eftir hetta, og upptøkurnar vórðu útsettar í óvissa tíð. Men eftir eina tíð gjørdist tað honum greitt, at hann var noyddur at gera filmin fyri hennara skuld, og tí vórðu upptøkurnar tiknar uppaftur, sum millum annað gingu fyri seg á gamla studentaskúlanum hjá dóttrini í Gentofte.

Dótturin, Ida Mikkelsen, skuldi eftir ætlan sjálv hava spælt við í filminum, har hon var dóttir Mads Mikkelsen í filminum, og tað var eisini hon, ið av fyrstan eggjaði pápa sínum at gera ein film um drukk. Tí kenda hann á sær, at hann var noyddur at gera filmin lidnan, sum fór at handla um nógv meira enn bert drukk.

Hetta er fyrstu ferð, at ein danskur leikstjóri er tilnevndur eina Oscar heiðursløn.

Tað verður náttina til 26. apríl, at Oscar heiðurslønirnar verða lutaðar út.