Thomas Thomsen dømdur sekur í drápinum á Mia Skadhauge
Hetta var niðurstøðan hjá Vestara Landsrætti í Danmark í dag.
Rúni Korsgaard
29. mai 2024 kl. 20:00
Sostatt hevur Vestari Landsrættur staðfest dómin hjá Rættinum í Aalborg frá í fjør.
Landsrætturin metir, at frágreiðingin hjá tí ákærda um, at Mia Skadhauge doyði orsaka av at hon datt í skóginum, er ”óálítandi” og ósambærilig við rættarlæknafrøðiligu kanningina av líkpørtunum.
Líkkannarin hevur mett, at Mia Skadhauge væntandi andaðist vegna kyrking.
Tann 22 ára gamla Mia Skadhauge Stevn andaðist í Hammer Bakker norðanfyri Aalborg í 2022. Kriminalmálið hevur verið nógv umrøtt og er millum størstu av sínum slag seinastu tíðina í Danmark.
Endaligi dómurin í málinum fellur hósdagin 30 mai.