Thomas Bjørn seldur til FCK

U17-landsliðsspælarin Thomas Bjørn Miezan skiftir úr HB til FCK, har hann hevur undirskrivað ein trý-ára sáttmála

Sigurjón Einarsson
15. apríl 2022 kl. 12:03

Hann hevur í nøkur ár verið eyðsýndur á ungdómsliðum hjá HB, men frá í summar verður tað FCK, sum fær gleði av hansara evnum.

- Thomas hevur fysisku fortreytirnar fyri at gerast ein toppspælari. Harumframt hevur hann bæði teknikk og taktiskt skil. Hann er ein glaður drongur, sum elskar at venja tað, sum hann ikki longu dugur. Vit síggja hann sum eitt talent við stórum evnum, sum vit gleða okkum at síggja í FCK, har vit vónandi kunnu menna hann enn meira, sigur Mikkel Køhler, Head of Recruitment í ungdómsdeildini hjá FCK, við heimasíðuna hjá FCK.

Eitt stórt stig á leiðini

Thomas Bjørn flytur til Danmarkar í summar, og byrjar í FCK 1. juli. Og sjálvur er hann sera spentur at taka hetta stigið á sínari yrkisleið.

- Hetta er eitt stórt stig fyri meg, og ein dreingjadreymur sum gongur út. Hetta er nakað eg havi arbeitt fram ímóti. Eg veit, at eg kann menna meg enn meira her, og FCK er tað rætta staðið fyri meg.

- Eg eri errin av at skriva sáttmála við eitt so stórt felag sum FCK, tí tað hava ikki verið so nógvir føroyingar her. Eg havi sæð Brand á landsliðnum, og so veit eg, at Todi er limur í Legends Club her.

- Eg gleði meg sera nógv at flyta til Keypmannahavn, og eg eri til reiðar at arbeiða enn harðari. Eg havi nógv at læra, og eri vísur í, at FCK kann hjálpa mær at blíva ein enn betri fótbóltsspælari. Tað er mítt mál, sigur Thomas Bjørn við heimasíðuna hjá FCK.

Navnframir føroyingar í FCK

Thomas Bjørn verður tann triði føroyingurin í FCK, eftir at navnframir spælarar sum Todi Jónsson og Brandur Hendriksson fyrr hava gjørt seg galdandi har.

- Hetta keypið er partur av okkara strategi, um at vit vilja hava størstu talentini í norðurlondum, sum við røttu menningini kunnu røkka hægstu tindarnar. Vit gleða okkum at fylgja honum í menningini, og fegnast um at vit aftur hava ein føroying í felagnum, sigur Mikkel Køhler at enda.

Thomas Bjørn skal gera skúlan lidnan í Føroyum, áðrenn hann byrjar í FCK tann 1. juli.