Theresa Turiðardóttir søkir nýggjar avbjóðingar

Visit Tórshavn skal hava nýggjan stjóra

Ingi Samuelsen
1. juni 2018 kl. 15:30

Visit Tórshavn skal hava nýggjan stjóra. Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, sum hevur røkt starvið síðan oktober 2011 hevur sagt starvið upp og gevst 1. august.

- Tað hava verið sjey fantastisk ár í høvuðsstaðnum, men eg kenni á mær, at tað skal henda okkurt nýtt nú, og tað er orsøkin til at eg havi sagt meg úr starvinum, sigur Theresa Kreutzmann, sum, hóast hon gevst 1. august, roknar við at halda fram við dagligu gongd síni á skrivstovuni til avloysarin er settur væl og virðiliga inn í starvið.

Tað er hent ómetaliga nógv innan ferðavinnuna í høvuðsstaðnum síðan Theresa traðkaði til og broytti táverandi kunningarstovuna til at gerast Visit Tórshavn, nú í nýggjum umstøðum í gamla bankabygninginu í Steinatúni.

- Ferðavinnan í Havnini blómar, her eru komin hópin av tilboðum til bæði tey ferðandi og til føroyingar, og eg kenni á mær, at tíðin nú er búgvin til at onnur taka við róðrinum, sum duga at síggja avbjóðingarnar við øðrum eygum, sigur fráfarandi stjórin.

Seinasta vetur fór Theresa Turiðardóttir Kreutzmann í farloyvi í fimm mánaðir fyri, saman við Ingibjørg Berg, at arbeiða við eini verkætlan at orða ein ferðavinnupolitikk fyri Tvøroyrar kommunu.

Theresa byrjaði aftur í Steinatúni 1. februar, men hevur nú sagt upp, tí tað er júst ferðavinnan, sum dregur, og tað verðru við ferðavinnuni í Suðuroy, hon fer at arbeiða við í framtíðini. Meira um tað seinni.