The Simpsons hevur júst fingið longt sína livitíð við tveimum sesongum afturat – nummar 33 og 34, skrivar amerikanski miðilin, Variety.
Tá síðsti partur av sesong nummar 34 er sent, so hava í alt 757 partar av teknirøðini verið sent. Og so er spurningurin, um teknirøðin hevur lív lagað til ta tíð. Men fyri Simpsons-fjepparar er hetta góð tíðindi, at teknirøðin verður send nøkur ár afturat. Skaparin av teknirøðini er eisini glaður.
- Øll í “The Simpsons” er lukkulig yvir at tað framhaldandi verður møguligt at arbeiða við teknirøðini í nøkur ár afturat, og vit fyrireika nakrar óvæntaðar hendingar. Homer fer at missa eitt hár, Millhouse fer at brúka linsur og Bart fer at hátíðarhalda sín 10-ára føðingardag fyri 33. Ferð, sigur skaparin av teknirøðini, Matt Groening.
Partur nummar 700 “Manger Things” verður sent í amerikanskum sjónvarpi 21. mars.
Meðan lívið í Springfield hevur koyrt sína vanligu gongd tey seinastu mongu árini, so eru broytingar hendar aftanfyri leiktjaldið. Seinast var, tá ein heimildarfilmur setti sjóneykuna á Apu og hvussu hann varð sýndur fram í teknirøðini, ið kundi fatast niðrandi. Eftir hetta gjørdi Fox av, at hvít sjónleikarafólk ikki longur skuldu leggja rødd til ikki-hvítar leiklutir í teknirøðini.
Verður hugt eftir hyggjaratølum á teknirøðini, so sæst, at hesi tøl støðugt eru fallandi. Tá teknirøðin varð send fyri fyrstu ferð í 1989-1990, sóu í miðal 27,8 milliónir fólk í Amerika teknirøðina. Í 2019-2020 var hetta miðaltalið fallið til 2,58 milliónir fólk í Amerika, sum hvørja viku sóu teknirøðina um tey gulu fólkini í Springfield.