The Reverends geva út nýtt staklag

'Sometimes I Wish' eitur nýggja staklagið, ið bólkurin, The Reverends, gevur út í dag

Innsent
8. september 2017 kl. 12:36

 

Bólkurin hevur seinastu tíðina arbeitt við nýggjum tilfari og ‘Sometimes I Wish’ er fyrsta lagið í einari røð av løgum, ið bólkurin leypandi fer at geva út.

Saman við framleiðara Óla Poulsen hava limirnir í The Reverends, Niclas Thorsteinsson, Janus Kampmann, Kristin Nolsøe Bech og Rúni Mouritsen, framleitt hetta fyrsta staklagið, sum í stíli, brýtur frá tí, sum The Reverends hava verið kendir fyri áður.

Í ‘Sometimes I Wish’ er tónleikurin merktur av einum blandi av kreativum rokki, dystopiskum poppi og fólkatónleiki, siga limirnir í The Reverends.

Tónleikurin er innspældur í Studio Bloch og kórið hevur unga talentið Lea Kampmann staðið fyri.

Tónleikavideo er framleidd til staklagið og er at finna á YouTube frá í dag av og kann síggjast her. Gudmund Helmsdal Nielsen hevur framleitt og sigast kann at hetta er eitt sermerkt og spennandi videolag.

Fyrsta høvið at hoyra nýggja lagið live verður 30. september tá The Reverends fara at framføra nøkur løg til føðingardagshaldið hjá Reinsarínum.